Úrslit og kort

Heimasíðan hjá RSF er dagførd soleiðis, at tað nú ber til at síggja úrslitini frá stevnunum her á síðuni. Vit at velja ÚRSLIT í ovasta bjálkanum, síggjast úrslitini frá róðrunum á norðoyastevnu farna vikuskiftið. Eisini ber til at síggja kort yvir tey ymisku róðrarøkini, sum fara at vera nýtt hetta kappingarárið. Við at velja STEVNUR…

Bátsformenn og róðursfólk

Sunnudagin 31. mai kl. 1400 skipar Róðrarsambandið fyri einum samansettum fundi/undirvísing fyri allar róðursmenn og øll róðursfólk. Endamálið við fundinum er at kunna um ymisk viðurskifti, sum kunnu vera hent at hava sett seg inn á, nú kappingarárið av álvara nærkast. Afturat fundinum verður serstøk undirvísing fyri róðursfólk. Fundurin verður í ÍSF-húsinum. Vónandi vera ymisku…

Róðrarfestivalurin avlýstur

Nevndin í Róðrarsambandi Føroyra skal við hesum boða frá, at róðrarfestivalurin, sum av røttum skuldi vera í gamla Argja skúla leygardagin 2. mai, er avlýstur vegna ov lítla undirtøku. Nevndin er sera hørm um at hava tikið hesa avgerð, men tá freistin at boða frá luttøku var farin, høvdu alt ov fáir luttakarar tekna seg…

Freistin útsett

Til feløgini og róðraráhugað ! Í samband við at ítróttafeløg og einstaklingar nú kunnu bíleggja nýggjar Concept 2 rógvimaskinur umvegis Róðrarsambandið, skal við hesum vera sagt frá, at seinasta freist at bíleggja útgerðina er flutt til 1. august 2015. Róðrarsamband Føroya