Vinnarin av ferðini funnin

Í samband við atgongumerkjasøluna til kappróðurin í ár, hevur lutakast verið millum seldu atgongumerkini um eina ferð til París, sum VER stuðlar. Trýst HER fyri at lesa tíðindaskrivið, sum er sent út viðv. lutakastinum.

Heimsmeistaraheitið í langróðri

Leygardagin 22. august verður tann árligi Sjómannadagurin í Klaksvík. Í hesum sambandi, verður eitt nýtt kappróðrartiltak á skránni, ið vit nevna “Heimsmeistaraheitið í langróðri” og byrjar tað klokkan 13.00. Kappast verður í tveimun bátastøddum, 6- og 5-mannaførum. Menn ella blandaðar manningar rógva við 6-mannaførum, meðan kvinnur rógva við 5-mannaførum. Aldursmarkið er sett til at vera…

Ársins mynd – kapping

Fyri at skapa meira áhuga kring kappróður, skipar Róðarsambandið fyri einari myndakapping. Vinningur verður latin til tí bestu myndina. Fyri at luttaka í kappingini, skal fylgjandi vera uppfylt: Myndin skal hava tilknýti til kappróður Myndin skal vera tikin í ár Tað er loyvt at senda fleiri uppskot Freistin at senda myndir inn er 31. Juli…

Ársins tak

Á Ólavsøku verða ársins FM vinnarar kosnir. Hetta er endabresturin og hápunktið. Tað er løtan, ið manningarnar hava vant og strembað ímóti – at standa ovast á sigurspallinum og fáa viðurkenning fyri ørgrynnu av tímun í báti og innandura, viðurkenning fyri at felagstøkini hava borið á mál. Ferðin, ið fyri nógv byrjar fyrst í árinum,…