RSF Inniróður virkin

RSF Inniróður er nú virkin.  Heimasíðan er ætlað øllum rógvarum. Á heimasíðuni kanst tú skráseta teg sum luttakara og melda teg til kappingar í inniróðri. Eisini ber til at gjalda luttøkugjaldið beinleiðis á heimasíðuni umvegis PayPal ella við gjaldskorti. Tíðindi um inniróður og úrslit frá kappingum verða kunngjørd á heimasíðuni. Fyri at koma til RSF…

Inniróður 2020/21

Kunnað verður hervið um, at skipað verður fyri fýra kappingum í inniróðri. Kappingarnar verða skipaðar sum grand prix-kappingar í fýra umførum, har seinasta kappingin eisini er um føroyameistaraheitið (FM). Kappingarnar verða skipaðar á hesum støðum: í Trongisvági – 24. oktober 2020 í Sørvági – 21. november 2020 í Klaksvík – 9. januar 2021 í Kollarfirði…

Róðrarsamband Føroya velur at fylgja corona-tilráðingunum

Róðrarsamband Føroya hevur sambært tilráðingum frá heilsumyndugleikunum um at vísa varsemi og verða við til at minka um smittuvandan avgjørt at avlýsa FM í inniróðri. Kappingin skuldi vera í ítróttarhøllini í Kollafirði um eina viku, leygardagin 14. mars 2020. Nevndin harmast um, at hetta stigið verður tikið. Hóast talið av fólki, sum verða samlaði til…

Góður dagur í París

Sarita Kristina Hansen gjørdist heimsmeistari í bólkinum kvinnur lættvek 30-39 ár. Fyrsti føroyski rógvarin í dag, var Rúni Joensen í bólkinum menn 60-69 ár. Hann róði hóast darvaður av sjúku í morgun, hann kom á mál við tíðini 7.44.2. Elsa Magnussen var á einum fimta plássi við tíðini 7.10.6, í bólkinum kvinnur 30-39 ár. Bergur…

HM í inniróðri í París

Starttíðirnar til HM í París í dag og í morgin. Kappingin byrjar í kvøld við 500 m. sprint. Niðanfyri er yvirlit yvir starttíðirnar hjá okkara fimm føroysku rógvarum: Fríggjadagin 7. februar 2020 Kl. Navn Teinur Bólkur 17.00 Rúni Joensen 500 m Master 60+ M 17.25 Elsa Magnussen 500 m Master 30-39 W 17.35 Sarita Kristina…