Startrøðin á Jóansøku á Tvøroyri tann 22. juni 2019

OLYMPUS DIGITAL CAMERA Mere

Livir í huga nú minnið um góðan mann

Tað vóru ófrættaboð at fáa, at Poul John Æðustein var deyður. Ein góður maður hevur lagt árarnar inn. Eitt vinahjarta er sloknað. Góði Poul John. Summi menniskju gera ikki so nógv um seg. Fara heldur fram í tí stilla og gera mun, har ið tørvur er. Mest fyri onnur. Slíkur maður vart tú, Poul John. Hjálpsamur, evnaligur og trúgvur. Gjørdi ikki nógv burturúr, men var vísur um tað góða og hevði altíð stundir til eitt prát og eina hjálpandi hond. Antin tað var á fundi á bonaðum gólvum ella úti á frontinum í regni og vindi, spleysandi ein enda, í tuflum og einum royki í kinnklovanum. Tá vart tú fullkomin og fell í eitt við landsynningin, hvílandi í sjálvum tær. Soleiðis fórt tú frá okkum, og soleiðis sakna vit teg. Men tó at ... Mere

Sundalagsstevnuróðurin væl fyriskipaður

Róðrarsamband Føroya harmast um neiligu umtaluna av róðrunum á Sundalagsstevnu, leygardagin 8. juni 2019. Føroyskur ítróttur stendur og fellur við eldsálum, og tað ger føroyskur kappróður eisini. Feløgini leggja nógv fyri at fyrireika kappróður á stevnunum, og fyrireikingarnar hjá  Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag vóru einki undantak. Eins og vanligt er, var Róðrarsambandið á staðnum mikukvøld fyri stevnu, har allir smálutir vóru umrøddir. Róðrarsambandið kundi staðfesta, at alt var væl fyriskipað. Somuleiðis kundi Róðrarsambandið staðfesta, at einki var at finnast at á sjálvum stevnudegnum, har farið var fram sambært galdandi reglugerðum. Tá ið av tornaði vóru allir róðrarnir skjótt og væl avgreiddir, hóast seinkingar ... Mere

Startrøðin á Sundalagsstevnu í Hvalvík tann 8. juni 2019

Mere