Vestanstevnuróður í Miðvági við áskoðarum – við tilmælum

Høvuðsstuðul

Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági leygardagin, 17. juli 2021.

Í samráð við koronuráðgevingina kunnu áskoðarar fylgja við róðrinum á kaiini við flakavirkið við tí treyt, at tilmælini verða fylgd. Ongin stórskíggi verður á økinum, og ongin atgongumerkjasøla verður.

Bara rógvarar og hjálparfólk hava atgongd til økið, har dráttarnir vera, og rógvarar kunnu fylgja við á stórskíggja á einum felagsøki. Vaktir syrgja fyri, at óviðkomandi  ikki fáa atgongd til økið.

Fyrireikarar av vestanstevnu:

  • Tveir dráttir vera tøkir til bátarnar. Tað verður týðiliga merkt, hvar ymsu bátastøddirnar skulu flotast og takast upp.
  • Bara kappróðrarfólk og teirra egnu hjálparfólk hava atgongd til økini við dráttirnar og  felagsøkið, har stórskíggin verður.
  • Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið, og at tey verða  vaskað og sóttreinsað vit stuttum millumbilum.
  • Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum. Fyriskiparar lýsa í góðari tíð á facebook vanganum, hvar stroymingin sæst.

Rógvarar:

  • Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær manningar, sum hava tørv á tí – her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum – kunnu hava í mesta lagi 2 hjálparfólk við til hvørja manning.
  • Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum við dráttin beint eftir róðurin.
  • Manningar og hjálparfólk, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu “boblu” skulu halda tilmælini um ikki at koma í samband við rógvarar úr øðrum “boblum”.
  • Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir.
  • Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar.
  • Einki ábit verður til rógvarnar.
  • Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær handað heiðursmerkini eftir róðurin.

Áskoðarar:

Áskoðarar verða bidnir um at halda seg frá økinum við dráttin, og har manningarnar halda til. Áskoðarar kunnu fylgja við róðrinum á kaiini  við flakavirkið. Mint verður á at halda tilmæltu frástøðuna og ikki at savnast í bólkum.

 

Endamálið við at skipa fyri róðrinum á henda hátt er at verja róðrarfólkini fyri smittu.

FLEIRI TÍÐINDI

20230929_182103
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 3
FB_IMG_1637426443882
E-RÓÐUR - INNIRÓÐUR FYRI ØLL
1000007902
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
1000007901
ÚRSLIT GRANDPRIX 2 – 2023-2024
RSF_RSF_Lit_Transparent (1)
NÝGGJ STARTRØÐ TIL GRANDPRIX 2
20221008_144656-1-scaled
STARTRØÐ – GRANDPRIX 2 – 2023-2024
1 2 3 48
Scroll to Top