Inniróður 2021/22

Høvuðsstuðul

Róðrarsamband Føroya skipar fyri kappingum í inniróðri.

Kappingarnar verða skipaðar sum grand prix kappingar í fýra umførum, har seinasta kappingin eisini verður um føroyameistaraheitið (FM).

Kappingarnar verða skipaðar á hesum støðum:

  • í Sørvági – 2. oktober 2021
  • í Runavík – 6. november 2021
  • á Argjum – 4. desember 2021
  • við Streymin – 12. mars 2022 (FM)

Stigabýtið í grand prix kappingun um verða soleiðis:  nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 6 stig, nr. 3 fær 5, stig, nr. 4 fær 4 stig, nr. 5 fær 3 stig, nr. 6 fær 2 stig og nr. 7 fær 1 stig.

Til tríggjar tær fyrstu grand prixkappingarnar eru vektflokkarnir +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg. Til seinastu grand prix kappingina og FM er markið fyri kvinnur 61,5 kg og menn 75 kg.

Kunnað verður um, at freistin at melda til kappingarnar í inniróðri 2021/22 er leygarkvøldið 25. september 2021 kl 23.59 Luttøkugjaldið er 100 kr. í alt fyri grand prix kappingarnar í fýra umførum, har seinasta kappingin eisini er um føroyameistaraheitið (FM). Luttøkugjaldið er 100 kr., sjálvt um róð verður í einari ella øllum kappingunum.

Nærri kunning um vektflokkar og tilmelding kemur í komandi viku.

FLEIRI TÍÐINDI

20230929_182103
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 3
FB_IMG_1637426443882
E-RÓÐUR - INNIRÓÐUR FYRI ØLL
1000007902
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
1000007901
ÚRSLIT GRANDPRIX 2 – 2023-2024
RSF_RSF_Lit_Transparent (1)
NÝGGJ STARTRØÐ TIL GRANDPRIX 2
20221008_144656-1-scaled
STARTRØÐ – GRANDPRIX 2 – 2023-2024
1 2 3 48
Scroll to Top