Landsliðið í inniróðri í Prag

Landsliðshópurin í inniróðri kom til Prag í gjár. Seks føroyskir rógvarar skulu í EM-kappingini í inniróðri, sum verður í Prag í morgin, leygardagin 11. januar. Í yvirlitinum niðanfyri sæst nær føroysku rógvarnir skulu kappast í morgin: Kl. Navn Teinur Bólkur 8.55 Rúni Joensen 2.000m Masters 60-64 M 9.10 Bergur Robert Dam Jensen 2.000m Masters 30-39…

Gott nýggjár

Róðrarsamband Føroya vil við hesum bera øllum eina heilsan á nýggjárinum. Vit líta við takksemi aftur á árið sum fer, samstundis sum vit gleða okkum til árið, ið kemur. Vit fara at takka øllum rógvarum, róðrarfeløgum, stuðlum, alifyritøkum og eldsálum innan ítrótt fyri gott samstarv okkara tjóðarítrótt at frama. Gott nýggjár!

Startrøðin til kappingina í inniróðri í Kollafirði leygardagin

Startlistin til kappingina í inniróðri í Kollafirði leygardagin er klárur. Tey vaksnu rógva fyrst. Kappingin byrjar kl. 12 og innvigingin byrjar tveir tímar undan kappingini, tað vil siga kl. 10. Tíverri er stafettkappingin avlýst orsaka av vantandi undirtøku.   Heat 1. Kl. 12.00 Kvinnur rógva 2000 m Lív Birgirsdóttir Johansen Zoe E. Dickson Vár Hansen…

ÁMINNING – freistin at melda til kappingina í inniróðri leygardagin er í dag

Seinasta heystkappingin í inniróðri verður í Ítrottarhøllini í Kollafirði leygardagin 30. november 2019. Fyri at samlað alla orku saman um inniróðurin, fara vit hesaferð eisini at skipa fyri stafettkapping fyri lið. Hetta verður ein kapping ørvísið enn hana vit vanliga kenna frá FM í inniróðri, men minst líka áhugavert, um ikki meira. Kappingin verður skipað…