UM RÓÐRARSAMBAND FØROYA

Høvuðsstuðul
Dansk
English

Róðrarsamband Føroya, stytt RSF, er ein samgonga av øllum róðrarfeløgum í Føroyum. Endamál RSF’s er at menna, stuðla, skapa áhuga fyri og at umboða róður í alheims og millumlanda róðrasamgongum. RSF er limur í Ítróttarsambandi Føroya, stytt ÍSF. Leiðreglurnar hjá ÍSF “Góður atburður” eru galdandi fyri alt virksemið hjá RSF og tess feløgum.

RSF er limur í Nordic Rowing og í Dansk Forening for Rosport og luttekur í altjóða kappingum undir donskum limaskapi. Arbeitt hevur verið í fleiri ár við at fáa sjálvstøðugan limaskap ella atlimaskap, og hetta arbeiðið heldur støðugt fram.


SØGAN:
Í bók síni “Indberetningar fra en reise i Færø” frá 1781 skrivar Jens Christian Svabo, at tað kundi verið eitt hugskot at skipa fyri kappingum í kappróðri á ólavsøku. Hetta kom tó ikki í lag fyrrenn umleið 100 ár seinni.

Føroyatíðindi skriva í 1940, at fyrsti kappróður var á Tvøroyri síðst í 1870’unum. Fyrsti róður á ólavsøku var í 1887 og aftur í 1891.

Í 1918 mannar Andrea Árting nakrar kvinnubátar á ólavsøku.

Í 1924 kom danski uttanríkisráðharrin greiv Moltke til Føroya í almennum ørindum. Hetta var stórhending, sum ikki mátti fara fram við borðinum, og tí bleiv skipað fyri kappróðri á Havnarvág, har vinnarin fekk ferðasteyp, sum greivin hevði latið. Síðan tá hevur kappróður verið á hvørjari ólavsøku.

Í 1926 verður Havnarbáturin bygdur.

Í 1932 verður felagið Kappróður, seinni Havnar Róðrarfelag, stovnað. Hetta er fyrsta kappróðrarfelag í Føroyum. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var stovnað í 1934 – Vágs Kappróðrarfelag í 1943 – Sørvágs Róðrarfelag í 1956. Fleiri feløg vóru stovnað í 1970’unum, ‘80 og ‘90unum.

Í 1959 setir Ítróttarsamband Føroya standardir fyri mátum og vekt av føroyska kappróðrarbátinum, sum verða sett í gildi 1. januar 1960.

Í dag eru tað umboð fyri Róðrarsamband Føroya, sum gera uppmátingar og góðkenna allar kappróðrarbátar. Eitt góðkent loyvisbræv frá RSF er krav fyri at sleppa at luttaka í FM-kappróðri.

Í 1973 vóru regluligir FM-róðrar skipaðar í sambandi við bygdastevnur. Stevnurnar hava havt stóran týdning fyri, hvussu kappróðurin hevur tikið seg út, og nógv fólk hava savnast um kappróðurin á stevnunum.

Róðrarsambandið varð stovnað í maj 1980 eftir at hava verið ein “róðrardeild undir ÍSF”.

Í 2023 vóru 26 róðrarfeløg skrásett hjá Róðrarsambandinum. Av teimum vóru 21, sum høvdu luttakandi bátar til FM-kappingina. Tað eru umleið 1300 virknir rógvarar, harav umleið 250 eisini íðka innandura rógving sum kappingargrein. Umleið 140 kappróðrarbátar eru skrásettir íalt.

Á heimasíðuni
www.urslit.rsf.fo síggjast øll kappróðrarúrslit frá 1960 til d.d. Á heimasíðuni ber til at leita, filtrera og samanbera øll úrslit í kappróðri síðani 1960, eins og tað ber til at síggja, hvussu ofta ávísir bátar hava verið føroyameistarar, hvussu nógvir FM-róðrar, bátar hava luttikið í, tíðir o.a.

Í 2021 kom tann føroyski róðrarbáturin á UNESCO listan yvir siðaarv. Á heimasíðuni
www.savn.fo ber til at lesa meir um súðubygda bátin, undir teiginum “Livandi Mentan”.

Í dag (2024) er RSF dagliga stýrt af einari fyrisiting við tveimum hálvtíðarsettum fólkum. Leiðslan er ein 6 mannað nevnd, sum er vald beinleiðis av feløgunum á aðalfundi 2. hvørt ár. Umframt nevndina er ein 3-mannað dómsnevnd knýtt at RSF. Umboð í dómsnevndini verða vald fyri 2 ár í senn. Kunning um virksemið hjá RSF verður leypandi dagført á heimasíðuni
www.rsf.fo


KAPPRÓÐUR:
Kappróður er tjóðarítróttur í Føroyum. Eyðkennið fyri kappróðurin er sermerkta sniðið, bátarnar hava. Kappróðrarbátar eru træbátar, ið eru bygdir sambært gomlum mátum og siðaarvi. Í føroyskum kappróðri verður kappast í bólkum eftir aldri, kyni og bátastødd.

Kappast verður í 4 bátastøddum: 5- og 6-mannafør hava 6 rógvarar, 8-mannafar hevur 8 rógvarar, og 10-mannafar hevur 10 rógvarar. Allir bátar hava harumframt eitt róðursfólk.

Róð verður í 11 kyns- og aldursbólkum, umframt 2 mastersmanningum, sum luttaka í trimum stevnum. Barnamanningar rógva 500 metrar, meðan hinir bólkarnir rógva 1000 metrar.

Í 5-mannaførum rógva:
– Gentur og dreingir í 5. 6. og 7. flokki
– Gentur og dreingir upp til 16 ár
– Gentur og dreingir upp til 18 ár
– Kvinnur

Í 6-mannaførum rógva:
– Kvinnur ella menn
– Kvinnur masters

Í 8-mannaførum rógva:
– Menn

Í 10-mannaførum rógva:
– Menn
– Menn masters

Í juni og juli mánað verður kappast á 7 stevnum, sum upp á skift verða hildnar í 11 góðkendum róðrarøkjum í landinum. Á hvørjum ári endar sesongin ólavsøkuaftan, 28. juli.

Umframt kappróður verður eisini skipað fyri ódnartøkum 2-3 ferðir, áðrenn vanligu FM stevnurnar byrja. Á ódnartøkum verður róð í teinum á 140 metrar. Luttakandi bátarnir rógva trý umfør og fáa stig eftir, hvussu teir klára seg á degnum. Eftir seinastu kapping verður ein samlaður vinnari í hvørjum bólki funnin. Til Ódnartøk eru teir somu bólkarnir galdandi sum til FM-róðurin.


INNIRÓÐUR:
Inniróður er lutfalsliga nýggj ítróttargrein í Føroyum, sum kann sigast at vera sprottin úr tjóðarítróttini, føroyska kappróðrinum. Fyrsta kappingin í inniróðri varð skipað í Klaksvík í 2002, og inniróðurin hevur verið í stórari og sjónligari menning síðani.

Føroyskir innirógvarar luttóku fyrstu fer í altjóða kapping í Boston í 2013 og Føroyar hava luttikið í fleiri altjóða kappingum síðan tá.

Róðrarsambandið skipaði fyrstu ferð fyri FM kapping í inniróðri í 2018. Síðani 2020 hevur RSF skipað fyri Gran Prix kappingum í vetrarhálvuni, har tann 4. og seinasta kappingin samstundis er um FM-heitið. Umframt heimligu kappingarnar skipar RSF fyri, at føroyskir innirógvarir kunnu luttaka í Open Nordic Indoor Championsship, sum er ein netborin kapping, ið norðurlond skiftast um at fyrireika.

RSF hevur seinastu árini havt ein landsliðsvenjara, sum hevur tikið sær av at menna ítróttarliga partin. Landsliðsvenjarin hevur eisini saman við RSF úttikið eitt landslið at umboða Føroyar í altjóða kappingum uttanlands, tað veri seg í DM, EM og HM. Seinastu nógvu árini hava Føroyar fingið heimsmeistarar og evropameistarar í hópatali, og Føroyar og føroyskir innirógvarar eru sostatt kendir á fremstu pallum í útlondum.

Á heimasíðuni
www.innirodur.rsf.fo ber til at síggja úrslit og tíðindi frá heimligum og altjóða kappingum, ið hava verið seinastu árini.


COASTAL:
Í 2018 byrjaði tosið um at skaffa coastalbátar til RSF. Ætlanin var at fáa coastalrógving á skrá í Føroyum, serliga við atliti at luttaka í norðurlenskum og altjóða kappingum. Coastalrógving er síðan komið á OL-programmið, sum verður í Los Angeles í 2028.

Í 2020 keypti RSF tveir coastalbátar, men fíggjarstøðan og vantandi arbeiðsorka seinastu árini hevur ikki verið til at fáa venjingar í gongd.

¹ (tikið úr bókini “Føroya Framá”, bókini “Drekin ein róðrarsøga” og av heimasíðuni “Livandi mentan” hjá Tjóðsavninum)

Scroll to Top