LÝST VERÐUR TIL AÐALFUND

Aðalfundurin verður leygardagin 18. mars 2023 kl. 13.00 í Bygdarhúsinum í Hósvík.
 
Skráin til aðalfundin er: (í minsta lagi hendan dagsskrá)
1. Val av orðstýrara. 
2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári 
3. Formaðurin leggur fram grannskoðaðan roknskap 
4. Innkomin mál 
5. Ásetan av stevnudagfesting næsta kappingarár 
6. Ásetan av atgongumerkjaprísi 
7. Val av nevndum og eykalimum 
8. Val av uttanhýsis grannskoðara 
9. Ymist    
 
Kap 1 – § 8, stk 1-6
Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu umvegis teldupost vera nevndini hjá RSF í hendi
í seinasta lagi 6 vikur áðrenn aðalfundin. (04.02.2023)
 
§ 8 Stk. 7.
Uppskot í sambandi við nevndarval
og onnur broytingaruppskot enn uppskot
til lógarbroytingar skulu, fyri at verða
viðgjørd, verða send nevndini hjá RSF í
telduposti í seinasta lagi 2 vikur áðrenn
aðalfundin. (04.03.2023)
 
Viðvíkjandi stevnuáseting í 2024, sambært Kap 4 – § 17.
Í seinasta lagi 1 viku áðrenn aðalfundin, skal RSF hava fráboðan um, nær stevnurnar verða árið eftir.
 
Sí annars Lóg fyri Róðrarsamband Føroya.

FLEIRI TÍÐINDI

dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
1 2 3 … 93
Scroll to Top