KEMILUX OG RÓÐRARSAMBANDIÐ LONGT AVTALU

Kemilux og Róðrarsamband Føroya hava í dag undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum skal vera við til framhaldandi at menna tjóðarítróttina komandi trý árini.

Róðrarsamband Føroya er partur av Ítróttarsambandi Føroya og virkar fyri øllum kappróðri og inniróðri í Føroyum. Føroyska landsliðið í inniróðri skal í januar og februar kappast uttanlanda. Tann 21. januar um danmarksmeistaraheitið í Gladsaxe, 27. og 28. januar um europeiska meistararheitið  í París og 25. og 26. februar um heimsmeistaraheitið í Toronto.

Á sumri skipa fyrireikarar og umboð hjá RSF karmarnar til ódnartøk og FM-stevnuróðrar kring allar Føroyar. Harumframt samstarvar Róðrarsambandi við Ítróttarsamband Føroya fyri luttøku í Skúlaleikum og Føroyaleikum.

“Dirvi, áhaldni og samanhald lýsa kappróðrarandan væl, og hetta eru góðir eginleikar sum eru við til at menna ítróttin og okkara samfelag. Kappróðurin skal halda fram og tískil eru vit sera glað fyri at fáa Kemilux sum høvuðsstuðul, soleiðis at arbeiðið at menna kappróðurin kann halda áfram” sigur Annika Dalsgarð, forkvinna í RSF.

“Í Kemilux eru vit sera fegin um at halda áfram sum høvuðsstuðul hjá tjóðarítróttini, og vit vóna at okkara íkast kann vera við til skapa góðar og tryggar upplivingar bæði hjá íðkarum og áskoðarum. Sigast má, at kappróðurin gevur sítt íkast til summarið, og gevur stevnunum runt allar Føroyar sína sjarmu” sigur Linda Guttesen, marknaðarleiðari í Kemilux.

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
DM2025-scaled
Ungdómslandsliðið til DM Úttikið
Samskipari Heimasíða
RSF fær nýggjan samskipara
Gleðilig Jól 2025
Gleðilig Jól
RHM desember 2025
Rógvarin Hendan Mánaðin - Desember
Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
1 2 3 78
Scroll to Top