Róðrarsamband Føroya harmast um neiligu umtaluna av róðrunum á Sundalagsstevnu, leygardagin 8. juni 2019.
Føroyskur ítróttur stendur og fellur við eldsálum, og tað ger føroyskur kappróður eisini. Feløgini leggja nógv fyri at fyrireika kappróður á stevnunum, og fyrireikingarnar hjá Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag vóru einki undantak.
Eins og vanligt er, var Róðrarsambandið á staðnum mikukvøld fyri stevnu, har allir smálutir vóru umrøddir. Róðrarsambandið kundi staðfesta, at alt var væl fyriskipað. Somuleiðis kundi Róðrarsambandið staðfesta, at einki var at finnast at á sjálvum stevnudegnum, har farið var fram sambært galdandi reglugerðum.
Tá ið av tornaði vóru allir róðrarnir skjótt og væl avgreiddir, hóast seinkingar vóru orsakað av veðrinum.
Eftir róðurin hjá 8 mannaførunum, kundi staðfestast, at tíðirnar ikki vóru eftirfarandi orsakað av tekniskum trupulleikum. Trupulleikin verður rættaður, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg. Róðrarsambandið fer undir at eftirkanna tíðirnar, og røttu tíðirnar verða lagda út á heimasíðuna hjá Róðrarsambandinum skjótast gjørligt.
Við róðrarkvøðu.
Róðrarsamband Føroya
rsf@rsf.fo