Sundalagsstevnuróðurin væl fyriskipaður

Róðrarsamband Føroya harmast um neiligu umtaluna av róðrunum á Sundalagsstevnu, leygardagin 8. juni 2019. Føroyskur ítróttur stendur og fellur við eldsálum, og tað ger føroyskur kappróður eisini. Feløgini leggja nógv fyri at fyrireika kappróður á stevnunum, og fyrireikingarnar hjá  Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag vóru einki undantak. Eins og vanligt er, var Róðrarsambandið á staðnum mikukvøld fyri…