Sundalagsstevnuróðurin væl fyriskipaður

Róðrarsamband Føroya harmast um neiligu umtaluna av róðrunum á Sundalagsstevnu, leygardagin 8. juni 2019.

Føroyskur ítróttur stendur og fellur við eldsálum, og tað ger føroyskur kappróður eisini. Feløgini leggja nógv fyri at fyrireika kappróður á stevnunum, og fyrireikingarnar hjá  Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag vóru einki undantak.

Eins og vanligt er, var Róðrarsambandið á staðnum mikukvøld fyri stevnu, har allir smálutir vóru umrøddir. Róðrarsambandið kundi staðfesta, at alt var væl fyriskipað. Somuleiðis kundi Róðrarsambandið staðfesta, at einki var at finnast at á sjálvum stevnudegnum, har farið var fram sambært galdandi reglugerðum.

Tá ið av tornaði vóru allir róðrarnir skjótt og væl avgreiddir, hóast seinkingar vóru orsakað av veðrinum.

Eftir róðurin hjá 8 mannaførunum, kundi staðfestast, at tíðirnar ikki vóru eftirfarandi orsakað av tekniskum trupulleikum. Trupulleikin verður rættaður, soleiðis at hetta ikki endurtekur seg. Róðrarsambandið fer undir at eftirkanna tíðirnar, og røttu tíðirnar verða lagda út á heimasíðuna hjá Róðrarsambandinum skjótast gjørligt.

Við róðrarkvøðu.

Róðrarsamband Føroya

[email protected]

FLEIRI TÍÐINDI

RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top