Tíðindaskriv: Nýggj nevnd í Róðrarsamband Føroya

Nevndin í Róðrarsamband Føroya er aftur fullmannað

Eykaaðalfundur varð hildin í gjárkvøldið í Róðrarsambandi Føroya, har val av nevndarlimum var einasta evnið á skránni.

Ein verandi nevndarlimur stillaði upp til formanssessin, meðan eitt nýtt valevni stillaði upp til næstformannssessin. Bæði vórðu einmalt vald av teimum 19 feløgunum, sum høvdu valrætt á fundinum.

Nýggja nevndin í Róðrarsamband Føroya er nú hendan:

  • Petur Hansen, formaður
  • Vár Guriardóttir Hansen, næstforkvinna
  • Mira Winther Klit, nevndarlimur
  • Rebekka Jacobsen, nevndarlimur
  • Henrik Rahbek, nevndarlimur
  • Unn Eldevig Petersen, nevndarlimur

Eykalimir:

  • Jógvan S. Midjord
  • Elias Zachariassen

Við hesum er nevndin aftur fullmannað, og Róðrarsambandið heldur fram við nýggjum kreftum í nevndini.

Vit ynskja nývaldu nevndarlimunum blíðan byrð og gott áralag í tíðini sum kemur.

Samstundis vilja vit  nýta høvið at takka fráfarandi nevndarlimum fyri teirra frívilliga íkast til tjóðarítróttina. Arbeiðið hjá sambandinum hevur verið í rúkandi menning seinastu árini, og tað sæst aftur í vaksandi áhuganum hjá okkara ungdómi at luttaka í kapp- og inniróðri.

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
DM2025-scaled
Ungdómslandsliðið til DM Úttikið
Samskipari Heimasíða
RSF fær nýggjan samskipara
Gleðilig Jól 2025
Gleðilig Jól
RHM desember 2025
Rógvarin Hendan Mánaðin - Desember
Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
1 2 3 78
Scroll to Top