FRÁ FM-STEVNUM TIL INNIRÓÐUR – VIT HALDA Á ALT ÁRIÐ

FM-stevnurnar eru farnar í gongd og kappróðarfeburin merkist um alt landið.

Norðoyastevnan er farin afturum við fleiri spennandi og tøttum róðrum, og longu nú gleða vit okkum til næstu stevnu, sum verður í Hvalvík. Tað er nógv at fegnast um, í føroyskum kappróðri, og hettar er bert byrjanin uppá eitt spennandi kappingarár; men róðurin steðgar ikki, tá summarið er av. Í vetur heldur innandura róðrarsesongin fram við Grand-Prix kappingum kring landið. Eitt ítróttarligt framhald, sum bæði styrkir rógvararnar og gevur rúm fyri nýggjum íðkarum.

Róðrarsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri fýra Grand Prix-kappingum í inniróðri.
Fyrsta kapping verður fríggjadagin 4. oktober í ítróttarhøllini á Eiði. Næsta kapping verður 1. november í Trongisvági og síðsta kapping, undan jólum, verður á Kambsdali 29. november. Harafturat verður FM-kappingin avgreidd sum fjórða og endaliga kappingin – hon verður sum vant í ítróttarhøllini við Streymin, 7. mars.

Seinasta kappingarár sást greið framgongd í luttøkutalinum. Yvir 70 fólk vóru, í miðal, við til Grand Prix-kappingarnar og heili 194 einstaklingar og 15 lið vóru tilmeldaði FM-kappingina við Streymin. Tað vísti nokkso greitt, at áhugin fyri inniróðri er vaksandi.

Inniróðurin er ein ítróttagrein, har øll kunnu vera við – óansæð aldur, førleika ella støði. Hann sameinir kropsliga styrki, taktikk og mentalt fokus, gevur royndum rógvarum eins væl sum nýggjum íðkarum møguleika at royna seg í kapping. Harafturat er tað ein ítróttur, har føroyskir rógvarar hava víst seg fram á altjóða pallum – við m.a. heiðursmerkum í HM, EM og DM í inniróðri.

RSF gleðir seg at bjóða øllum íðkarum – bæði kendum og nýggjum luttakarum – vælkomnum til vetrarsesongina.
Við góðum kappingum, sterkum felagsskapi og støðugari menning eru allar fortreytir fyri enn einum innihaldsríkum róðrarvetri.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top