Hvussu byrjaði tú at rógva – og hvat er tað, sum ger, at tú framvegis hevur hug at rógva?
Eg róði fyrstu ferð í 1991. Tað var við 6-mannafarinum Gongurólvi hjá Havnar Róðrarfelag. Eg róði har í nøkur ár, og úrslitini vóru so nøkulunda. Okkurt 1. pláss bleiv tað til, men vit vunnu ongantíð FM.
Síðani hevði eg ein steðg frá rógvingini heilt til 2021. Tá vóru vit nakrar mammur, sum mannaðu 6-mannafarið Tvørabátin og fóru at rógva við kvinnum masters, tí børnini hjá okkum róðu.
Hetta var um várið 2021. Tá ólavsøkan var farin afturum, og inniróðurin byrjaði, fekk eg hug at royna tað eisini, tí dóttirin róði inniróður. Síðani havi eg róð bæði summar og vetur og havi hildið fram til nú. Eg havi ongantíð verið nakar bóltspælari, so tað passar mær fínt at rógva.
Í masters hava vit vunnið FM í 2024, 2025 og 2026. Um tað stendur til mín, so rógvi eg aftur komandi summar, og eg vóni tí, at vit fáa eina manning.
Rógvingin hevur altíð ligið í blóðinum, tí bæði foreldrini og systkini hjá mær hava róð kapp. So eg havi fylgt við kappróðri, síðani eg var smágenta.
Í inniróðri havi eg luttikið í Grand Prix-kappingunum og FM, sum RSF hevur skipað fyri, umframt DM, NM og HM. Her havi eg vunnið FM, Grand Prix og DM. Eisini eri eg komin á 10. pláss til HM og á ávikavist 4. og 7. pláss til NM.
Eg havi eisini luttikið í onkrari kapping á ErgZone, men tað er mest fyri at halda meg í gongd.
Hvat dámar tær best við inniróðri – og hvat dámar tær minst?
Mær dámar væl tað sosiala, sum inniróðurin gevur. Eg fylgi við nógvum rógvarum á sosialu miðlunum, og tað er stuttligt at síggja, hvussu tey spenna seg út. Eisini dámar mær væl, at vit eru so nógv, sum rógva, og hóast aldursspjaðingin er stór, so hava vit rógvingina til felags. Eg haldi eisini, at tað er so deiligt at koma til kappingar og síggja øll tey kendu andlitini aftur, bæði rógvarar og áskoðarar.
Hjá mær snýr tað seg nokk meira um at halda formin enn sjálvt kappingarelementið. Men sjálvandi vil eg eisini hava eina nøkulunda góða tíð, og mær dámar væl at síggja, at tað gongur framá frá kapping til kapping.
Tað at rógva, bæði inni og úti, gevur mær nógv, bæði kropsliga og sálarliga. At liggja á fjørðinum og njóta tað at rógva, óansæð um tað regnar, kavar, er vindur ella sól og blikalogn, er barasta so gott.
Men eisini tað at sita og rógva á maskinuni er gott. At taka ein langan túr á maskinuni í einum behagiligum tempo er fínt, tí so ber eisini til at práta við síðumannin.
Tað, mær dámar minst, er kenslan í búkinum beint áðrenn startin. Hóast eg veit, at eg „bara“ kappist móti mær sjálvari, so eru nervarnir har kortini, tí mann vil gera sítt allarbesta hvørja ferð.
Hvussu sær ein vanlig venjingarvika út hjá tær?
Tað er ymiskt, hvussu nógv eg venji, men eg royni at venja 4–5 ferðir um vikuna. Oftast eru tað langir túrar í lágum tempo, men viðhvørt taki eg eisini nakrar heilt stuttar túrar.
Hvat er títt mál fyri komandi kappingarár?
Tað hevði verið deiligt, um eg megnaði at rógva líka skjótt sum til FM í mars 2026. Men eg taki eina kapping í senn og vóni, at tað gongur betur fyri hvørja ferð.
Hvør er tín harðasti kappingarneyti – og hvør hevði tú helst viljað vunnið á?
Eg havi tíverri verið einsamøll í mínum aldursbólki øll árini, so mín harðasti kappingarneyti havi verið eg sjálv. Men í ár eru vit tvær í bólkinum, og tað ger tað nógv hugaligari at rógva. Tá tú hevur onkran at kappast ímóti, trýstir tú teg sjálva eitt sindur meira.
Eg veit, at tað eru fleiri í mínum aldursbólki, sum rógva, men tær koma bara ikki til kappingar. Tað hevði verið stuttligt, um vit vóru fleiri, tí tað er so gott at rógva.
Hvat hugsar tú um, tá tað eru 500 metrar eftir av einum 2.000 metra teini?
Nú er ikki langt á mál, nú er undanbrekka og hetta klárar tú.
Tríggjar skjótar.
– Morgun- ella kvøldvenjing?
Morgun, vil helst rógva tíðliga. Føli, at eg havi betur orku at venja tá tað er tíðliga á degnum.
– Um tú velur tónleikin, hvat er so í hátalaranum til eina venjing?
Eg havi sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, tónleik frá, tá eg venji. Mær dámar væl at venja í friði og náðum uttan tónleik. Men um vit eru fleiri, sum rógva ella venja saman, so lati eg hini velja tónleikin. Tó skal tað helst ikki vera ov nógv buldur og brak.
– 500m ella 5000m?
5000 – kanska!!! Mær dámar væl at rógva langar túrar, men 500 kann eisin brúkast. Alt til sína tíð J