Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki

Myndina eigur Mette Bacher

Leygardagin 19. september varð kappast um DM- og forbundsmedaljur á Sorø Sø. Millum luttakararnar vóru seks føroyskir rógvarar, sum samanlagt vóru umboðaðir í fýra bátum og trimum ymiskum bátaklassum.

Mattias Durhuus, Símun Tórur Joen-Jacobsen, Eyðun Hansen, Janus Marnerson, Marner Wiberg Niclasen og Sesilia Feilberg eru øll kend úr føroyska róðrarumhvørvinum, har tey hava royndir bæði úr kappróðri og inniróðri. Felags fyri tey er eisini, at tey nú eru flutt til Danmarkar í lestrarørindum og hava hildið fram við rógvingini í donskum róðrarfeløgum.

Føroysku rógvararnir gjørdu vart við seg á Sorø Sø. Janus Marnerson, Marner Wiberg Niclasen og Sesilia Feilberg róðu við universitets 8+ Mix hjá Ægir, og sostatt kappaðust tey um eitt forbundsmedalju. Á 1000 metrum róði manningin seg til eitt flott triðjapláss við tíðini 2:32,86.

Á 2000 metrum gjørdist talan um eina føroyska uppgerð í M4+ inrigger. Mattias Durhuus var við manningini hjá DSR, meðan Símun Tórur Joen-Jacobsen róði við manning úr Aalborg. Best gekst hjá Mattiasi og manningini, sum róðu seg til eitt flott annaðpláss, við tíðini 7:41.66. Kappingin um sigurin var sera tøtt allan vegin, men í endaspurtinum fekk Bagsværd munin og kom á mál bert hálvt sekund framman fyri DSR. Símun Tórur og manningin úr Aalborg endaðu á triðjaplássi.

Eisini hvalvíkingurin Eyðun Hansen var til start. Hann róði M8+ á 2000 metrum, har seks bátar kappaðust. Eyðun og manningin róðu seg til eitt fimtapláss.

Tað er hugaligt at síggja, at føroyskir rógvarar halda fram við ítróttinum, hóast leiðin gongur av landinum. Seinastu árini hava vit sæð fleiri føroyingar finna sær pláss í róðrarfeløgum í Danmark og royna seg í nýggjum bátaklassum og kappingum.

Føroyskur kappróður er serføroyskur, men rógving er ein altjóða ítróttagrein. Royndirnar úr føroysku bátunum og frá inniróðri kunnu tí vera eitt gott grundarlag at byggja víðari á. Føroyskir rógvarar kunnu taka førleikarnar við sær út í heim og halda fram við at menna seg – bæði sum motiónsrógvarar og sum kappingar- og úrvalsítróttarfólk.

Luttøkan á Sorø Sø er eitt gott dømi um júst hetta.

FLEIRI TÍÐINDI

dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
1 2 3 93
Scroll to Top