Áminning um at melda til kappingarnar í inniróðri 2019/20

Vit vilja hervið minna á, at freistin at melda til kappingarnar í inniróðri 2019/20 er mikukvøldið 25. september 2019 kl 24.

Fyrsta av heystkappingunum verður á Glyvrum komandi vikuskifti, leygardagin 28. september 2019 kl. 11.
Hinar báðar kappingarnar í heyst verða tann 26. oktober 2019 í Klaksvík og tann 30. november í Kollafirði.

Tilmeldingargjaldið er 100 kr. fyri heystkappingina og FM. Peningurin skal flytast á konto hjá RSF kto.no. 9181-185.097.2, viðmerkt navn á luttakara.

Tilmeldingin skal sendast til [email protected].
Tit skulu upplýsa navn, bústað, føðingardag og hvat felag, tit eru limir í. Eisini skulu tit skriva um tit rógva tung- ella lættvekt.
Sí annars kunning um kappingarnar á: https://rsf.fo/innirodur-2019-20/

Vinarliga
Nevndin

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-06 220838
STROYMING BARNARÓÐUR - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371430310
MANNINGAR Á VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371356861
STARTRØÐ - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
1 2 3 91
Scroll to Top