Inniróður 2019/20

Tíðin er komin til at melda til kappingarnar í inniróðri í heyst. Tríggjar kappingar verða í inniróðri í heyst:

  • 28. September
  • 26. oktober
  • 30. november

Kunning kemur seinni um hvar kappingarnar verða.

Tilmeldingargjaldið er 100 kr. fyri heystkappingina og FM. Tilmeldingarfreistin er mikuvkvøldið 25. september 2019 kl. 24.00. 

Tilmeldingin skal sendast til [email protected].

Tit skulu upplýsa navn, bústað, føðingardag og hvat felag, tit eru limir í. Eisini skulu tit skriva, um tit rógva tung- ella lættvekt. 

RSF hevur avgjørt at senda tey ungu til DM, og tey vaksnu til EM og HM. Meira kunning um hetta fæst seinni.

Fyri at luttaka í kappingum uttanlands umboðandi RSF, skal viðkomandi verða aktivur limur í einum føroyskum kappróðrarfelag. Umframt at kravtíðin skal setast til eina av kappingunum í Føroyum.

Vektflokkarnar verða +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg.

Børnini koma at kappast í bólkum svarandi til 1 árgang eldri, enn tey eru nú. Hetta kemst av, at tey skifta bólk eftir 1. januar. Hetta ger, at tey eru klár til avbjóðingina eftir 1. januar í DK

Møguleiki verður hjá rógvarum, sum ikki eru úttiknir í landsliðshópin at koma við í ferðalagið til DM og HM. Hesir rógvarar skulu tó sjálvir gjalda fyri ferð og uppihald. RSF er sinnað at gjalda fyri tilmeldingina. 

Eisini kann RSF taka sær av at bíleggja ferðaseðlar og hotel, so ein kann verða við í bólkaavslátrinum. Um so er, at tað eru rógvarar, ið eru áhugaðir í hesum, skulu hesir venda sær skrivliga til [email protected]

Møguleiki er at luttaka í hesum bólkum:

Einstaklingakappingar børn

– Gentur – 12 ár (2 min)

– Dreingir – 12 ár (2 min)

– Gentur – 13 ár (3 min)

– Dreingir – 13 ár (3 min)

– Gentur – 14 ár (4 min)

– Dreingir – 14 ár (4 min)

– 2000m Gentur – 15 ár

– 2000m Dreingir – 15 ár

– 2000 m Gentur – 16 ár

– 2000m Dreingir – 16 ár

– 2000m Gentur – 17 ár

– 2000m Dreingir – 17 ár

 

Einstaklingakappingar vaksin

– 2000m Kvinnur Opin bólkur lættvekt

– 2000m Kvinnur Opin bólkur tungvekt

– 2000m Menn Opin bólkur lættvekt

– 2000m Menn Opin bólkur tungvekt

– 2000m Kvinnur 30-39 ár lættvekt

– 2000m Kvinnur 30-39 ár tungvekt

– 2000m Menn 30-39 ár lættvekt

– 2000m Menn 30-39 ár tungvekt

– 2000m Kvinnur 40-49 ár lættvekt

– 2000m Kvinnur 40-49 ár tungvekt

– 2000m Menn 40-49 ár tungvekt

– 2000m Kvinnur 50+ ár

– 2000m Menn 50+ ár



Róðrarsamband Føroya

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1778871903675
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2026
FB_IMG_1752657248605
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2026 (EIÐI)
fb_img_1778882261032
MANNINGAR TIL ÓDNARTAK 2 - 2026
525204420_741859171923593_2043457191518796664_n
Ódnartøk á Eiði: Upptakt
FB_IMG_1778620123588
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 2 - 2026 - Á EIÐI
Trygd og RSF undirskriva sáttmála
Trygd er Nýggjur Høvuðsstuðul hjá RSF
1 2 3 87
Scroll to Top