Vár til EM í Beach Sprint

Vár G. Hansen til EM í Beach Sprint

Vár G. Hansen skal seinni í vikuni umboða danska landsliðið til EM í Beach Sprint. Kappingin verður í La Línea de la Concepción í Spania 16. og 17. september.

Vár er úttikin í seniorbólkinum hjá kvinnum og skal kappast í singlesculler. Ferðin til Spania byrjaði í morgun, tá hon møtti restini av danska landsliðshópinum í Kastrup, haðani leiðin gekk víðari til Spania. Næstu dagarnir hava og verða nýttir til venjing og fyrireiking fram móti fyrsta kappingardegnum mikudagin.

Róðurin hjá Vár byrjar mikumorgunin kl. 10.25 við einum time trial, har málið er at gjøgnumføra teinin so skjótt sum gjørligt. Tær 16 við bestu tíðunum koma víðari til knockout-rundurnar. Har kappast rógvararnir, tvær. móti hvørjum øðrum, og vinnarin heldur fram í kappingini, til semifinalistar og at enda finalistarnir eru funnir.

Luttøkan til EM kemur eftir eitt ár, har Vár hevur lagt stóran dent á coastal-róður og miðvíst arbeitt fram ímóti altjóða kappingum. Hon hevur vant nógv heima í Føroyum, bæði á sjónum í Hósvík og á rógvimaskinu, og í summar hevur hon fingið týðandi kappingarroyndir frá Beach Sprint-kappingum í bæði Svøríki og Italia.

Nú bíðar størsta avbjóðingin higartil.

Vit ynskja Vár bestu eydnu og góðan róður til EM í Spania!

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top