Trygd er Nýggjur Høvuðsstuðul hjá RSF

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað samstarvsavtalu

Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.

Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028 og hevur til endamáls at styrkja og menna føroyskan kappróður – bæði á sjónum og arbeiði, ið verður gjørt í sambandi við stevnurnar kring landið.  

Samstarvið snýr seg ikki einans um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir til rógvarar og feløg, so sum bjargingarvestar og annað, ið kann betra um trygdina og trivnaðin í ítróttinum. Øll 28 kappróðrarfeløg í landinum fáa til dømis bjargingarvestar frá Trygd.

«Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul. Samstarvið er við til at styrkja føroyskan kappróður – við Trygd fáa vit betri møguleikar at menna íðkarar og ítróttin sum heild umframt at skapa góðar og tryggar upplivingar bæði til venjingar og kappingar», sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum. 

«Vit eru errin av at gerast høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri, sum er ein so týdningarmikil partur av okkara mentan og samleika. Umframt fíggjarligan stuðul gevur henda samstarvsavtalan góða meining fyri báðar partar, tí vit umframt fíggjarliga stuðulin kunnu vera við til at styrkja trygdina á sjónum» sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

Samstarvsavtalan merkir samstundis eisini, at báturin við flest stigum, fer at bera búmerkið hjá Trygd. Norðoyastevnan er tann fyrsta í røðini og er 29.-31. mai. 

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top