Samandráttur: Ódnartøk í Norðragøtu

Kappingarárið er byrja: 
Hvat var tað ikki fantastiskt at síggja tykkum øll aftur til kapping.

59 manningar løgdu leiðina út á Gøtuvík til ársins fyrstu Ódnartøk, har bæði kend og nýggj andlit royndu seg í spennandi róðrum. Tað var stuttligt aftur at merkja góða stemningin á keiini og síggja hvussu nógva gleði og spenning kappróðurin gevur.

Kappingarárið er nú av álvara farið í gongd, og fyrstu tøkini eru tikin. Vinnararnir av Ódnartøkum verða funnir eftir tvær kappingar, men hesir bátar liggja á odda eftir fyrstu Ódnartøkini í Norðragøtu:

Barnaróður dreingir: Fípan Fagra, KRF
Barnaróður gentir: Havfrúgvin, VÍF
Dreingir 14-16: Firvaldur, FSR
Gentir 14-16: Gulin, HR
Dreingir 17-18: Fípan Fagra, KRF

Gentir 17-18: Kjósin, KÍF
5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra, KRF
6-mannafør menn: Sundabáturin, NHR
6-mannafør kvinnur: Víkingur, HR
8-mannafør: Ørvur, HR

Næst á skránni eru Ódnartøk á Eiði 16. mai, áðrenn FM-kappingarnar byrja. Sum vant verður Norðoyastevna í Klaksvík fyrsta FM-stevnan, ið verður 30. mai.

Vit gleða okkum til eitt spennandi summar við nógvum góðum róðrum, tøttum kappingum og góðum løtum saman kring landið.

FLEIRI TÍÐINDI

Coastal Rowing (1)
Føroysk heiðursmerkir í Beach Sprint kapping
Norðoyastevnuróður 2026
Norðoyastevnan: Samandráttur
fb_img_1780101030347
ÚRSLIT NORÐOYASTEVNA 2026
fb_img_1780099859094
MANNINGAR Á NÓRDOYASTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-05-30 015849
STROYMING BARNARÓÐUR Á NORÐOYASTEVNU 2026
fb_img_1779801966333
STARTRØÐ - NORÐOYASTEVNA 2026
1 2 3 88
Scroll to Top