Tilmelding til Ódnartøk 2026

Fyrstu tøkini í kappróðrarárinum 2026 verða tikin í Norðragøtu, tá fyrsta av tveimum Ódnartøkum verður skotið í gongd leygardagin 9. mai.

Nú eru bert tvær vikur til, at nýtt kappróðrarár fer av bakkastokki, og fyrireikingarnar eru væl ávegis. Kappróðrarfelagið Tindur og Róðrarsamband Føroya gleða seg at bjóða rógvarum og áskoðarum vælkomnum til fyrstu kappingina í árinum – eitt spennandi kappingarár við Ódnartøkum, FM-stevnum og langteinaróðri.

Ódnartøk hava seinastu árini ment seg til ein týdningarmiklan part av føroyska kappróðrarsummarinum, har bæði rógvarar og feløg fáa møguleika at royna seg í øðrvísi og spennandi kappingarformi.

Vit vilja hervið minna á, at tilmeldingarfreistin til fyrstu kappingina, Ódnartøk í Norðragøtu, er 4. mai kl. 23.59. Tosa við títt felag um at melda tykkum til.

Vit vóna eina góða undirtøku og at síggja nógvar manningar og feløg til fyrstu tøkini í 2026.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-06 220838
STROYMING BARNARÓÐUR - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371430310
MANNINGAR Á VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371356861
STARTRØÐ - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
1 2 3 91
Scroll to Top