Róðursfólkaskeið 2026 í Hósvík

Róðursfólkaskeið í Hósvík aftur fullteknað

Leygardagin skipaði Róðrarsamband Føroya fyri fyrsta av tveimum róðursfólkaskeiðum í 2026, hesuferð í Hósvík. Hetta er triðja árið, at RSF skipar fyri slíkum skeiði, og eins og undanfarin ár var skeiðið í Hósvík fullteknað.

Luttøkan var ein góð blanding av royndum og óroyndum róðursfólkum, sum øll høvdu áhuga í at menna sínar førleikar. Á skeiðinum fingu luttakararnir bæði teoretiska og praktiska undirvísing, við denti á tær mongu uppgávurnar, ið hoyra til leiklutin sum róðursfólk.

Dagurin byrjaði í bygdarhúsinum í Hósvík við teoretiskari undirvísing. Jógvan Joensen, dómari, hevði framløgu um ávaringarskipanina og leiklutin hjá dómaranum á stevnu. Síðani undirvístu tvey av royndastu róðursfólkum okkara, Marius Albert Petersen og Sarita Kristina Hansen, í evninum “at vera róðursfólk”. Her varð dentur lagdur á millum annað at lesa veður og vind, fáa manningar at lurta/akta, yvirlit á stevnum og at stýra rætt.

Áðrenn farið varð út á fjørðin til praktiska partin, bjóðaði Hósvíkar Róðrarfelag luttakarunum ein bita at eta, sum var við til at skapa ein góðan og hugnaligan karm um dagin.

Róðrarsamband Føroya vil takka Hósvíkar Róðrarfelag fyri at hýsa skeiðnum og skapa góðar umstøður fyri einum væleydnaðum degi.

Seinri í apríl verur róðursfólkaskeið í neystinum hjá Vágs Kappróðrarfelag, her eru enn nøkur pláss eftir.

Myndir frá degnum síggjast á okkara facebook vanga.

Tiltakið var stuðlað av:
Sunda Kommuna
Føroya Skipara- og Navigatørfelag

FLEIRI TÍÐINDI

Image_20261004_114019_482 (1)
STROYMING BURN RÓÐUR 2 2026/2027
Image_20261004_114019_437 (1)
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20250321_195740_024
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 – 2026/2027
RHM - Jóna Danielsen Okt 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Oktober
20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
1 2 3 … 95
Scroll to Top