Róðrarveitsla 2026

Róðrarveistla 2026 – vit skulu heiðra føroyskan kappróður

Leygarkvøldið 1. august verður Róðrarveistla 2026 á skránni. KÍF Kappróður skipar fyri gallaveitsluni, har rógvarar og onnur kappróðraráhugaði savnast til eitt kvøld við felagsskapi, hugna og hátíðarhaldi av føroyskum kappróðri.

Øll, sum hava róð FM-róður í 2026, eru vælkomin við til gallaveitsluna, eisini eru øll sum varða av feløgum og fjepparir annars eisini vælkomin. Aldursmark er 14 ár. Meira kunning um tilmelding og sjálva gallaveitsluna kemur seinni frá fyriskiparunum.

Áðrenn gallaveitslan byrjar, verður skipað fyri eini serligari heiðursløtu, har Róðrarsamband Føroya saman við fyriskiparunum fer at varpa ljós á nakrar av teimum stóru løtunum, avrikunum og persónunum, sum hava sett sín dám á kappingarárið.

Hetta verður ein miðlaløta, har rógvarar, manningar, stuðlar og miðlar verða við, tá vit saman skulu heiðra og fagna føroyskum kappróðri.

Sjey heiðrar verða latnir

Á Róðrargalla 2026 verða sjey serligir heiðrar latnir:

  • Ársins startur
  • Ársins comeback
  • Ársins endaspurtur
  • Ársins áralag
  • Ársins Róðrarfelag
  • Ársins Eldsál í kappróðri
  • Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya

Fýra av heiðrunum – Ársins startur, Ársins comeback, Ársins endaspurtur og Ársins áralag – fara at varpa ljós á tær serligu løturnar á sjónum. Tær løturnar, har manningar hava víst styrki frá fyrsta taki, funnið eyka kreftir móti endanum, vent einum róðri ella víst eitt serliga vakurt og samansjóðað áralag.

Serligir bólkar við umboðum úr kappróðrarumhvørvinum eru settir at viðgera hesar heiðrar og koma við uppskotum.

Send uppskot inn til Ársins Róðrarfelag, Eldsál og Heiðursskjal
Róðrarsamband Føroya ynskir eisini at varpa ljós á tey feløg og tey fólk, sum hvønn dag gera eitt stórt arbeiði fyri føroyskan kappróður.

Tí kunnu øll senda inn uppskot til:

Ársins Róðrarfelag
– felagið undir Róðrarsambandi Føroya, sum hevur skarað framúr og hevur gjørt eitt serligt arbeiði fyri rógvarar, sjálvboðin og føroyskan kappróður.

Les meira um leiðreglurnar fyri Ársins Róðrarfelag her:

Ársins Eldsál í kappróðri
– persónurin, sum við sínum eldhuga, arbeiði og trúfesti hevur gjørt ein serligan mun fyri felagsskapin og kappróðrarumhvørvið.

Les meira um leiðreglurnar fyri Ársins Eldsál her:

Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya
– tann stóri heiðurin til ein persón, sum í eitt langt áramál hevur tænt føroyskum kappróðri á ein fyrimyndarligan og ósjálvsøknan hátt.

Les meira um leiðreglurnar fyri Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya her:

Freistin at senda uppskot inn er 24. juli 2026.

Uppskot skulu sendast til: [email protected]

Vit gleða okkum at savna róðrarfamiljuna
Róðrarveistla 2026 verður ein løta, har vit steðga á og hátíðarhalda tað, sum ger føroyskan kappróður serligan – rógvararnar, feløgini, sjálvbodnu kreftirnar og allar tær minniligu løturnar á sjónum.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-06 220838
STROYMING BARNARÓÐUR - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371430310
MANNINGAR Á VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371356861
STARTRØÐ - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
1 2 3 91
Scroll to Top