Ársins Róðrarfelag – Leiðreglur

ÁRSINS RÓÐRARFELAG – Leiðreglur

Uppskot

Ársins Róðrarfelag er eitt felag undir Róðrarsambandi Føroya, sum hevur skarað framúr farna árið.

Heiðurin verður latin einum vælvirkandi og sterkum róðrarfelag, sum við góðum arbeiði, eldhuga og felagsskapi hevur skapað eitt mennandi umhvørvi fyri sínar rógvarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin og onnur kring felagið.

Ársins Róðrarfelag er eitt felag, sum bæði tekur ábyrgd fyri sínum egna felagsskapi og samstundis er við til at menna og styrkja føroyskan kappróður sum heild.

Í grundgevingini kunnu tit greiða frá, hvussu felagið, sum tit skjóta upp, eitt nú:

  • Hevur skapað ein sterkan felagsskap og góðan róðraranda í og kring neystið
  • Ger eitt serligt arbeiði fyri at menna børn, ung og nýggjar rógvarar
  • Dugir at sameina góð úrslit við breidd, trivnað og menning
  • Virðismetir og tekur hond um síni sjálvbodnu
  • Arbeiðir skipað við venjing, kapping og felagsarbeiði
  • Hevur dirvi at hugsa nýtt og skapa nýggjar møguleikar fyri felagið
  • Er við til at varðveita og menna stoltu siðvenjurnar í føroyskum kappróðri

Dentur verður lagdur á, at Ársins Róðrarfelag ikki bert verður mett út frá úrslitum, men eftir samlaða arbeiðinum hjá felagnum bæði á sjónum, í neystinum og í lokalsamfelagnum.

Arbeiðsgongd

  • Øll kunnu senda inn uppskot um, hvat felag undir Róðrarsambandi Føroya skal fáa heiðurin sum Ársins Róðrarfelag.
  • Starvsnevndin hjá Róðrarsambandi Føroya viðger innkomnu uppskotini og tekur endaliga avgerð um, hvør fær heiðurin sum Ársins Róðrarfelag.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top