Heiðursskjal – Leiðreglur

HEIÐURSSKJAL RÓÐRARSAMBANDS FØROYA

Uppskot

Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya verður latið einum persóni, sum í eitt langt áramál hevur tænt føroyskum kappróðri á ein fyrimyndarligan og ósjálvsøknan hátt.

Heiðurin verður latin eini eldsál, sum við trúfesti, eldhuga og stórum arbeiði hevur sett síni spor í føroyskan kappróður. Viðkomandi hevur verið – ella er framvegis – virkin í einum róðrarfelagi ella í føroyska kappróðrarumhvørvinum.

Hetta er ein persónur, sum gjøgnum árini hevur tikið ábyrgd, gingið á odda og gjørt tey eyka tøkini, sum eru neyðug fyri at fáa feløg, manningar, stevnur og kappróðurin sum heild at virka.

Viðkomandi hevur við sínum arbeiði verið við til at varðveita og menna tann serliga felagsskapin og tær stoltu siðvenjurnar, sum føroyskur kappróður byggir á.

Í grundgevingini kunnu tit greiða frá, hvussu viðkomandi, sum tit skjóta upp, eitt nú:

  • Í eitt langt áramál hevur tænt føroyskum kappróðri á ósjálvsøknan hátt
  • Hevur verið ein berandi partur av einum róðrarfelagi ella føroyska kappróðrarumhvørvinum
  • Hevur lagt óteljandi tímar í arbeiðið fyri kappróðurin
  • Hevur verið við til at seta gongd á, skipa ella menna virksemi í felagnum
  • Hevur hjálpt rógvarum, venjarum, nevndum og sjálvbodnum at mennast
  • Hevur varðveitt og borið róðrarmentanina víðari til nýggj ættarlið
  • Altíð hevur verið klár/ur at taka eina hond í, tá tørvur hevur verið á tí
  • Hevur verið ein savnandi persónur og styrkt samanhaldið kring neystið
  • Hevur verið ein góð fyrimynd og umboðað tey virði, sum føroyskur kappróður stendur fyri

Arbeiðsgongd

  • Øll kunnu senda inn uppskot um, hvør skal fáa Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya.
  • Starvsnevndin hjá Róðrarsambandi Føroya viðger innkomnu uppskotini og tekur endaliga avgerð um, hvør fær Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya.

FLEIRI TÍÐINDI

Róðrarveistla 2026
Róðrarveistla 2026
Ársins Eldsál - Leiðreglur
Ársins Eldsál - Leiðreglur
Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya
Heiðursskjal - Leiðreglur
Ársins Róðrarfelag - leiðreglur
Ársins Róðrarfelag - Leiðreglur
fb_img_1781819159365
MANNINGAR Á JÓANSØKA 2026
fb_img_1781630049191
STARTRØÐ - JÓANSØKA 2026
1 2 3 89
Scroll to Top