Ársins Eldsál – Leiðreglur

ÁRSINS ELDSÁL Í KAPPRÓÐRI

Uppskot

Ársins Eldsál í kappróðri er ein persónur, sum við stórum sjálvbodnum arbeiði, eldhuga og trúfesti hevur gjørt ein serligan mun fyri felagsskapin í nærumhvørvinum seinastu árini.

Heiðurin kann latast einum venjara, bátaábyrgdara, nevndarlimi, hjálparfólki, stevnuábyrgdara, samskipara ella øðrum, sum við sínum arbeiði hevur styrkt felagsskapin og verið við til at skapa góðar karmar fyri rógvarar, felag og føroyska kappróðrarumhvørvið.

Í grundgevingini kunnu tit greiða frá, hvussu viðkomandi, sum tit skjóta upp, eitt nú:

  • Er við til at skapa eitt gott og mennandi umhvørvi í neystinum
  • Leggur tíð og orku í arbeiðið fyri rógvarar og felagið
  • Er ein góð fyrimynd og ber virðini í føroyskum kappróðri víðari
  • Hevur ein jaligan hugburð og dugir at savna fólk
  • Altíð er klár/ur at taka eina hond í, tá tørvur er á tí
  • Hjálpir við at fáa venjingar, bátar, útgerð og stevnur at rigga
  • Arbeiðir fyri bæði breidd, ungdómi og framtíðini hjá kappróðrinum
  • Við sínum innsatsi ger ein mun, sum ofta fer fram uttan fyri rampuljósið

Arbeiðsgongd

  • Øll kunnu senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin sum Ársins Eldsál í kappróðri.
  • Starvsnevndin hjá Róðrarsambandi Føroya viðger innkomnu uppskotini og tekur endaliga avgerð um, hvør fær heiðurin sum Ársins Eldsál í kappróðri.

Ein persónur verður kosin Ársins Eldsál í kappróðri hvørt ár. Starvsnevndin kann taka avgerð um, at eingin heiður verður latin, um mett verður, at eingin innstilling lýkur treytirnar.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top