Ódnartøk 2026

Ódnartøk 2026: Kapping, kraft og nýtt róðrarøki
Tað gongur ímóti ljósari tíðum. Vetrarmyrkrið viknar, og kappróðrarbátar síggjast aftur á fjørðunum kring landið. Í fleiri feløgum hava vetrarvenjingarnar verið hildnar – ofta í vikuskiftunum –  við miðvísari fyrireiking, har bátar eru mannaðir, árar settar í sjógv og grundarlagið lagt undir eitt nýtt og spennandi kappingarár.

Tá kappróðrarbátarnir aftur verða sjónligir á fjørðunum, vita vit eisini, at tað styttist til stevnuvals, horntónleik og røddina hjá Sún a Merkisstein í útvarpinum. Men áðrenn FM-stevnurnar standa fyri durum, skipar Róðrarsamband Føroya – sum siður er – fyri Ódnartøkum.

Ódnartøk er ein serstøk og týðandi kapping í føroyskum kappróðri. Hon er hørð, kravmikil og útfordrandi – men samstundis savnandi og mennandi. Ódnartøkini eru ein týdningarmikil partur av fyrireikingini fram móti FM-stevnunum.

Tvey Ódnartøk í mai
Í 2026 verða tvey Ódnartøk, bæði í mai mánaði.

Fyrra Ódnartakið verður í Norðragøtu leygardagin 9. mai. Norðragøta hevur seinastu árini verið ein tryggur og góður karmur um kappingina, og vit gleða okkum enn einaferð at savnast í góðum umstøðum og sterkum róðraranda.

Fyrstu ferð á Eiði
Leygardagin 16. mai verður seinna Ódnartakið hildið – og hesaferð verður róð á nýggjum stað.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri kappróðrarkapping á Eiði undir leistinum hjá RSF. Tað er Eiðis Róðrarfelag, sum saman við Róðrarsambandi Føroya stendur fyri tiltakinum.

Hetta er ein søgulig løta fyri føroyskan kappróður. At nýtt róðrarøki nú verður tikið í nýtslu til kapping, er eitt stórt og jaligt stig fyri ítróttina. Í RSF eru vit sera spent uppá at uppliva kapping á Eiði. Samstundis fegnast vit um, at enn eitt felag tekur ábyrgd og virknan lut í at menna og víðka um føroyska kappróðrarumhvørvið..

Vit gleða okkum til tvey sterk, spennandi og savnandi Ódnartøk í mai.

FLEIRI TÍÐINDI

dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
1 2 3 … 93
Scroll to Top