Heiðursløtan 2026

Vinnarar av Ársins Startur

Kappróðrarfamiljan heiðraði avrikini í føroyskum kappróðri

Undan sjálvari Róðrarveitsluni 2026 skipaðu Róðrarsamband Føroya og KÍF Kappróður fyri fyrstu heiðursløtuni í hesum líki. Endamálið við heiðursløtuni var at varpa ljós á tey mongu avrikini, sum mynda føroyskan kappróður – bæði tey, sum síggjast á fjørðinum, og tey, sum verða skapt við trúføstum arbeiði í feløgunum og av teimum mongu sjálvbodnu.

Kappróðrarfamiljan savnaðist til eina hugnaliga løtu, har heiður varð sýndur teimum, sum á serligan hátt hava sett dám á kappingarárið 2026. Heiðranir vóru latnar fyri ítróttarlig avrik, men eisini til tey, sum við sínum stóra íkasti hava verið við til at menna og styrkja føroyskan kappróður.

Ársins startur – Havnarbáturi
Heiðurin sum Ársins startur verður latin Havnarbátinum fyri framúrskarandi startin á Norðoyastevnu. Í teimum fyrstu tøkunum leyp hann avstað við slíkari kraft, at teir longu eftir stuttari løtu høvdu vunnið sær eina hálva bátslongd á kappingarneytunum. Tað var ein eksplosivur, væl samansettaður og nærum lýtaleysur startur, sum legði lunnar undir sigurin. At manningin síðan vísti sama slag av eksplosiviteti á Fjarðastevnu, staðfesti, at talan var um eina serliga styrki hjá Havnarbátinum.

Heiðurin varð latin av Sunda kommunu.

Ársins áralag – Fípan Fagra, 5-mannafør kvinnur
Heiðurin sum Ársins áralag verður latin Fípuni Fagru fyri framúrskarandi og vakra áralagið, sum manningin vísti gjøgnum alt kappingarárið. Við longum, kraftmiklum og sera væl samansjóðaðum tøkum róðu tær við stórum neyvleika, har hvør rørsla situr. Sjálvt tá tær rógva í bekk ella sjógvurin er óróligur, varðveita tær sama flow og synkronitet. Áralagið ber boð um miðvísa venjing, gott handverk og eina manning, sum hevur lagt stóran dent á allar partar av takinum.

Heiðurin varð latin av Tórshavnar kommunu.

Ársins comeback – Strálan, 6-mannafør menn
Heiðurin sum Ársins comeback verður latin Stráluni fyri framúrskarandi menningina gjøgnum kappingarárið. Eftir eina trupla byrjan megnaði manningin at arbeiða seg fram til oddin og vann at enda tríggjar FM-stevnur á rað. Hetta er eitt sannførandi dømi um áhaldni, miðvíst arbeiði og eitt veruligt comeback.

Heiðurin varð latin av Vágs kommunu.

Ársins endaspurtur – Ormurin Langi
Heiðurin Ársins endaspurtur verður latin Orminum Langa fyri framúrskarandi endaspurtin á Norðoyastevnu. Hóast manningin byrjaði endaspurtin fyrr enn kappingarneytarnir, megnaði hon at halda høgu ferðini allan vegin á mál og át seg støðugt inn á Havnarbátin. Endaspurturin var so sannførandi, at tað bert vóru fáir metrar frá at venda róðrinum til sigur.

Heiðurin varð latin av Kvívíkar kommunu.

Ársins felag – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Umframt heiðrarnar fyri avrik á sjónum vóru eisini heiðrar latnir teimum, sum við sínum arbeiði rundan um bátarnar eru við til at skapa góðar karmar og menna føroyskan kappróður.

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur seinastu árini víst eina sera jaliga menning, bæði ítróttarliga og sum felag. Við fleiri virknum manningum, góðum úrslitum á sjónum og í inniróðri og einum sterkum sjálvbodnum baklandi hevur felagið skapt ein virknan og livandi felagsskap. Felagið hevur megnað at sameina ítróttarliga menning við einum sterkum sosialum umhvørvi, sum savnar børn, ung, vaksin og familjur um kappróðurin. Við hesum hevur Froðbiar Sóknar Róðrarfelag styrkt bæði felagið sjálvt og áhugan fyri kappróðri í nærumhvørvinum.

Heiðurin varð latin av Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Ársins eldsál – Sonja Kjølbro
Sonja Kjølbro hevur í nógv ár verið ein savnandi og ósjálvsøkin drívmegi í Klaksvíkar Róðrarfelag. Sum forkvinna hevur hon arbeitt miðvíst fyri at skapa góðar og tryggar karmar um felagið og kappróðurin, har hon við sínum milda lyndi megnar at savna sjálvboðin og fáa fólk at lyfta í felag. Sonja leggur óteljandi tímar í bæði praktiskt arbeiði og fyriskipan, altíð við ynskinum um at geva íðkarum og felagnum bestu fortreytir.

Heiðurin varð latin av Trygd.

Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya – Hans Petur Hansen

Heiðursskjal Róðrarsambands Føroya verður latið persónum, sum gjøgnum nógv ár hava lagt eitt serligt íkast til at menna og styrkja føroyskan kappróður.

Í ár varð heiðurin latin Hans Petur Hansen úr Kappróðrarfelagnum NSÍ. Síðani 1986 hevur hann verið ein virkin partur av felagnum. Hann var við til at byggja felagið upp, sat sum formaður, var við til at byggja neystið og hevur gjøgnum øll árini verið ein hollur stuðul hjá bæði felagnum og rógvarunum. Óteljandi tímar hevur hann lagt eftir í neystinum, á fjørðinum og á stevnuøkjunum, har hann hevur umvælt bátar, stimað til venjing, koyrt bátar og altíð verið klárur at rætta eina hjálpandi hond.

Men størsta ávirkanin sæst kanska ikki í bátunum, men í menniskjunum rundan um hann. Hann hevur verið ein fyrimynd fyri ættarlið av rógvarum og latið eldhugan til kappróður ganga í arv, har bæði synir, abbasynir og abbadøtur hava róð og tikið ábyrgd í felagnum og í Róðrarsambandi Føroya.

Fyri sítt drúgva, trúfasta og ósjálvsøkna arbeiði fyri føroyskan kappróður varð Hans Petur Hansen heiðraður við Heiðursskjali Róðrarsambands Føroya 2026.

Ein góð byrjan upp á eina nýggja siðvenju

Heiðursløtan gjørdist ein hugnalig og virðilig byrjan upp á Róðrarveitsluna 2026. Nógv fólk vóru savnaði, huglagið var gott, og heiðranirnar vórðu væl móttiknir.

Við heiðursløtuni ynskir Róðrarsamband Føroya at varpa ljós á bæði tey ítróttarligu avrikini og tey mongu menniskjuni, sum við eldhuga, trúfesti og ósjálvsøknum arbeiði bera føroyskan kappróður fram. Takk til øll, sum møttu og vóru við til at gera fyrstu heiðursløtuna til eina serliga løtu fyri tey tilnevndu, vinnararnar og allan føroyskan kappróður.

Jan Herman Hansen fangaði løturnar.

Ársins Áralag
Ársins Comeback
Ársins Endaspurtur
Ársins Felag
Ársins Eldsál
Heiðursskjal RSF

FLEIRI TÍÐINDI

Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
Udklip
STROYMING BARNARÓÐUR - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734449661
MANNINGAR Á ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734365285
STARTRØÐ - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784035373943
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top