LANGTEINARÓGVING Í NÝGGUM HAMI

Leygardagin 23. august kl. 13:00 verður eitt nýtt og spennandi átak sett í verk, tá Róðrarsamband  Føroya og Skála Róðrarfelag, skipa fyri langteinaróðri eftir einum nýggjum og skipaðum leisti. 

Langteinarógving er ikki nakað nýtt í føroysum kappróðri. Nakrar kappingar av hesum slag hava  verið í Klaksvík og Vestmanna áður.  

Søguliga sæð róðu føroyskir garpar langt út á fiskimið, og við hesi dagskapping verður vent aftur til  røtur okkara.  

Kappingin byrjar kl. 13:00 og verður hildin á longsta fjørðinum í Føroyum, Skálafjørðinum, har  luttakararnir fara at rógva góðar 5000 metrar, har byrjað verður úr Skálabotni og róð út til Skála.  Øll kappingin verður skipað sum tíðarroynd, har bátarnir verða sendir avstað við trimum minuttum  ímillum, og mátingin byrjar og endar millum boyur, har start- og mállinjan verður. 

Hóast langteinarógving áður hevur verið roynd í Føroyum, er hetta fyrstu ferð, at kappingin verður  skipað við hesum leisti – bæði fyri luttakarar og áskoðarar. Róðrarsambandið vónar at síggja nógvar  bátar til start, og hevur lagt dent á, at gera tiltakið so opið og innbjóðandi sum gjørligt. 

Kappast verður í hesum bólkum: 

• 5-mannafør kvinnur undir 18 ár 

• 5-mannafør menn undir 18 ár 

• 6-mannafør kvinnur yvir 18 ár 

• 6-mannafør menn yvir 18 ár 

Tiltakið er bæði ein roynd og eitt menningarátak, har fokus er á styrki, úthaldni og nýggjar  kappingarformar. 

Tilmeldingin opnar 1. juli.  

Meira kunning kemur seinni.

FLEIRI TÍÐINDI

dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
1 2 3 … 93
Scroll to Top