Jóansøkan hevði rundan merkisdag og líkindini at rógva kapp vóru av teimum allar bestu. 100 manningar vóru tilmeldaðar, ið er met, sum bleiv tikið frá 2021, tá 94 manningar vóru tilmeldaðar til jóansøkuróðurin. Nakað rokaligt bleiv tað, tá Róðrarsambandið valdi at útseta kappróðurin til sunnudagin ístaðin. Ferðaseðlar við Smyrli skuldu broytast og Teistin mátti traðka til og sigla bæði fólk og kappróðrarbátar aftur til Havnar.
Barnaróður 5 mannafør gentur
Tað bleiv ein spennandi róður hjá gentunum. Broddur úr Sumba og Firvaldur av Tvøroyri vunnu hvør sín innleiðandi bólk, men tá finalan skuldi avgerðast, bleiv tað Svalan hjá Vágs kappróðrarfelag, ið knógvaði hesum báðum bátunum. Tó skal sigast, at Broddur og Firvaldur komu á mál í senn við tíðini 02:52.55, ið varð 00.03 hálvtrýsindapartar aftaná Svaluna. So hetta bleiv ein suðuroyaruppgerð, sum vildi nakað.
Barnaróður 5 mannafør dreingir
Spennandi er eisini hjá dreingjunum. Í tættari kapping kom Tekla úr Klaksvík á mál sum nummar eitt við tíðini 02:46.41. Nummar tvey gjørdis Havørnin úr Sandavágs ítróttarfelag við tíðini 2:47.06 og á triðja plássi endaði Flógvin úr Eiðis róðrarfelag við tíðini 2:50.45.
10 mannafør masters (oldboys)
Áðrenn barnaróðurin byrjaði, varð ein spennandi óalmenn kapping á fjørðinum millum 10 mannafør masters, ella sum vanligt var at siga fyrr, oldboys. Við vóru tríggir suðuroyarbátar: Suðuroyingur, Vágbingur og Sunnbingur. Teinurin hjá teimum var 500 metrar. Stuttligt var at síggja hesar knáu menn stíðast út eftir fjørðinum. Vónandi verður hetta ein afturvendandi sjón til aðrar kappróðrarstevnur!
5 mannafør dreingir 14-16
Hjá yngru dreingjunum varð ikki nøkur stórvegis broyting í oddinum. Fípan Fagra úr Klaksvík gjørdi aftur bart og vann róðurin sannførandi. Eftir hann kom Kollur úr Kollafirði, eisini rættuliga sannførandi, á mál sum nummar tvey, men spenningur varð um triðja plássið, har Teistin megnaði at knógva Falki, sum bleiv nummar trý seinast.
6 mannafør kvinnur
Sum undanfarnu stevnurnar hava víst, so er tað serliga ein bátur, sum stingur av frá øllum hinum. Jarnbardur vann aftur greitt hesaferð og legði hinar bátarnar langt afturum. Nummar tvey gjørdist Hósvíksingur, sum kom á mál góð 15 sekund eftir Jarnbarn. Nummar trý gjørdist Tvøroyabáturin, sum hevði heimasjógv, og varð einans góð 2 sekund aftaná Hósvíksing.
5 mannafør gentur 14-16
Aftur hesaferð var spenningurin í hásæti. Her eru tað serliga tveir bátar, ið gera seg galdandi og hava eina kapping sínamillum. Tað eru Kollur úr Kollafirði og Pílur hjá róðrarfelagnum Knørri.
Hesar manningarnar hava skifts sínamillum at vinna. Kollur megnaði at koma fyrstur á mál og einans eitt sekund aftaná kom Pílur. Tekla kom inn sum nummar trý.
8 mannafør menn
Ørvur hjá Havnar róðrarfelag og Risin hjá Eiðis róðrarfelag lógu og hálaðust í oddinum. Tað var ein sera spennandi kapping allan vegin, men tá ið síðstu tøkini í bekk skuldu takast, átti Ørvur styrkina og vann. Triðj á mál kom Argjabáturin, sum varð sannførandi nummar trý.
5 mannafør kvinnur
Knáu kvinnurnar umborð á Kjósini vunnu greitt hesaferð. Tær otaðu seg spakuliga framum allar bátarnar og vunnu við einari heilari bátslongd á Fípuna Føgru úr Klaksvík, sum var í harðari kapping við Leikalind úr Eysturkommunu, ið endaði á triðja plássinum.
6 mannafør menn
Eingin ivi var um fremstu plássini í hesum róðrinum. Sundabáturin úr Norðdepils- Hvannasunds róðrarfelag vann aftur við tíðini 05:02.27. Nummar tvey gjørdist aftur Skúgvur úr Sandavágs ítróttarfelag við tíðini 05:05.15 og á triðja plássi kom Sølmundur hjá Nes Sóknar róðrarfelag við tíðini 05:07.14.
5 mannafør dreingir 17-18
Drekin hjá Havnar róðrarfelag gjørdi bart í harðari kapping við Royndini Fríðu úr Vági. Drekin kom á mál við tíðini 05:10.04, meðan Royndin kom á mál, sum nummar tvey, við tíðini 05:10.24, ið eru 20 hálvtrýsindapartar aftanfyri Drekan. Nummar trý gjørdist Fípan Fagra, ið kappaðist í tí fremra feltinum við tíðini 05:11.24.
10 mannafør menn
Klaksvíksingur var aftur bestur og vann; tó vóru Havnarbáturin og Norðingur væl við og vildu ikki sleppa Klaksvíksinginum. Men eingin av teimum kláraði at koma framum.
Klaksvíksingur vann við tíðini 04:35.03. Havnarbáturin gjørdist nummar tvey við tíðini 04:36.17 og síðani Norðingur við tíðini 04:36.46.
5 mannafør gentur 17-18
Ikki kann sigast annað, enn at bátarnir hjá Havnar róðrarfelag eru sera væl við. Men hesaferð tók Firvaldur á Tvøroyri annað plássið. Nummar eitt gjørdist Sílið – nokkso sannførandi – við tíðini 05:34:34. Nummar tvey Firvaldur við tíðini 05:40.01 og á triðja plássi kom Drekin, eisini úr HR, við tíðini 05:41.07. Nummar fýra og fimm gjørdust Títtlingur og Skansin úr Havnar róðrarfelag.
Tað gekk sera væl at avgreiða allar róðrarnar, sjálvt um ruðuleiki tyktist at vera onkrar løtur, av øllum broytingunum. Takk til øll íðkandi, hjálparfólk og avvarandi fyri tolsemi og forstáilsi. Takk til okkara Strandferslu fyri ómetaliga gott samstarv í vikuskiftinum.
Takk fyri eina góða stevnu Froðbiar Sóknar róðrarfelag!