Kunnandi fundur um inniróður

Týskvøldið 17. september 2019 skipar Róðrarsambandið fyri kunnandi fundi um inniróður. Fundurin verður í ÍSF húsinum kl. 19.00.

Á fundinum verður kunnað um tær tríggjar úttøkukappingarnar, sum eru fyri framman. Eisini verður kunnað um luttøku í DM, EM og HM, sum verður í januar og feburar 2020.

Á fundinum fer landsliðsvenjarin, Magnus Debess Madsen at geva góð ráð og vegleiðing um venjing.

Venjarin kunnar um, hvussu arbeiðið við inniróðrinum verður skipað í heyst og fram til kappingarnar uttanlands.

Ætlanin er m.a. at skipa fyri felags venjingum millum kappingarnar, og venjarin veitir vegleiðing og hjálp til tey, sum hava tørv á tí í sambandi við venjing.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði royndir sum óroyndir rógvarir, umboð fyri feløgini, foreldur o.o.

Møtið fjølment.

Nevndin

FLEIRI TÍÐINDI

Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
Udklip
STROYMING BARNARÓÐUR - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734449661
MANNINGAR Á ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734365285
STARTRØÐ - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784035373943
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top