Heystkapping og stafettkapping í inniróðri leygardagin

Høvuðsstuðul

Seinasta heystkappingin í inniróðri verður í Ítrottarhøllini í Kollafirði leygardagin 30. november 2019.

Fyri at samlað alla orku saman um inniróðurin, fara vit hesaferð eisini at skipa fyri stafettkapping fyri lið. Hetta verður ein kapping ørvísið enn hana vit vanliga kenna frá FM í inniróðri, men minst líka áhugavert, um ikki meira. Kappingin verður skipað eftir sama leistið sum til altjóða kappingar EM og HM.

Stafettin: Teinurin er 2000m – Luttakarar eru 4 – Hvør luttakari rør 250m hvørja ferð – Luttakarin hevur ein luttakarastav í hondini – Hvør luttakari stendur minst 10 m frá maskinuni áðrenn byrjan – Tá luttakarin er liðugur at rógva skal hann minnast til luttakara stavin, renna yvir til liðfelagirnar ið standa aftanfyri 10 m frástøðu linjuna – Næsti luttakari kann renna yvir til maskinuna at rógva tá hin luttakarin er komin innum 10 m linjuna og fingið luttakarastavin í hondina. Tað verða gentur/kvinnur og dreingir/menn í hvør sínum bólki fyri síðan seinasta bólkurin verður blandað tvey av hvørjum kynið.

Tilmeldingargjaldið er 100 kr. fyri heystkappingina og FM (og stafettkappingina). Peningurin skal flytast á konto hjá RSF kto.no. 9181-185.097.2, viðmerkt navn á luttakara.

Tilmeldingin skal sendast til [email protected].
Tit skulu upplýsa navn, bústað, føðingardag og hvat felag, tit eru limir í. Eisini skulu tit skriva um tit rógva tung- ella lættvekt.
Sí annars kunning um kappingarnar á:  https://rsf.fo/innirodur-2019-20/

Freistin at melda til kappingina er hósdagin 28. november 2019.

FLEIRI TÍÐINDI

511259983_712928634816647_4521976721798753143_n
ÚRSLIT VARMAKELDA 2025
509418921_712959958146848_5689845131461512941_n
MANNINGAR Á VARMAKELDA 2025
511190529_712918064817704_8911394912858757379_n
STARTRØÐ - VARMAKELDA 2025
LTR1
LANGTEINARÓGVING Í NÝGGUM HAMI
FB_IMG_1750694194326
100 ára dagur og 100 manningar á Jóansøku
FB_IMG_1750694163686
EIN TØKK FRÁ RSF
1 2 3 70
Scroll to Top