Gleðilig jól og gott nýggjár

Róðrarsamband Føroya vil við hesum bera øllum eina jóla- og nýggjársheilsan.
Vit líta við takksemi aftur á árið, sum fer, samstundis sum við gleða okkum til árið, ið kemur.

2021 hevur, eins og árið frammanundan, verið eitt øðrvísi og tó eitt gott og hendingaríkt róðrarár. Í mars var FM í inniróðri hildið, har meir enn 200 rógvarar kappaðust í stak- og stafettkappingum. Hetta var samstundis 4. og seinast umfarið í Grand Prix kappingini, sum hevur verið hildin í vetur.

Umframt heimligu kappingina, luttóku innirógvarar í netbornum uttanlands- og altjóða kappingum. Okkara luttakarar stóðu seg enn einaferð sera væl, og fingu fleiri heiðursmerkir.

Farsóttin setti aftur í ár sín dám á FM kappróðurin. Fyrsta stevnan var flutt til vikuskiftið innan ólavsøku, og tvær av sjey kappingum blivu hildnar uttan áskoðarar.Talið av manningum í FM kappróðinum slóð aftur met og var hægri enn nakrantíð.

Ein serlig tøkk til allar rógvarar, sum hóast truplu koronu støðuna hittast við einum glaðum og jaligum hugburði, og gleðast um at hittast til róðrardystir.

Vit takka øllum rógvarum, róðrarfeløgum, stuðlum, fyritøkum og eldsálum innan ítrótt fyri gott samstarv okkara tjóðarítrótt at frama.

Gleðilig jól og gott nýggjár!

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1781038304867
ÚRSLIT EYSTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-06-12 225533
STROYMING BARNARÓÐUR EYSTANSTEVNU 2026
fb_img_1781038244846
MANNINGAR Á EYSTANSTEVNA 2026
fb_img_1781038354057
STARTRØÐ - EYSTANSTEVNA 2026
Coastal Rowing (1)
Føroysk heiðursmerkir í Beach Sprint kapping
Norðoyastevnuróður 2026
Norðoyastevnan: Samandráttur
1 2 3 88
Scroll to Top