Føroysk heiðursmerkir í Beach Sprint kapping

Føroyskar medaljur í Beach Sprint kapping í Svøríki
Føroyskur róður heldur fram við at royna nýggjar leiðir. Um vikuskiftið luttóku Zoe E. Dickson og Vár G. Hansen í Beach Sprint kapping í Varberg í Svøríki – og tær komu heim aftur við flottum úrslitum og týdningarmiklum royndum í eini róðrargrein, sum er í stórari menning altjóða.

Báðar luttóku í C1x og C2x Mix bólkunum – tað vil siga í einstaklingakapping og í blandaðum dupultskullara. Zoe róði saman við donskum makkara, meðan Vár róði saman við venjara sínum Loic Schalbetter. Vár G. Hansen umboðaði Róðrarsamband Føroya, meðan Zoe E. Dickson luttók fyri Danske Studenters Roklub.

Í fjør royndi Vár seg á fyrsta sinni í Beach Sprint. Tá var endamálið fyrst og fremst at fáa royndir og læra hesa nýggju róðrargreinina at kenna. Tær royndirnar tóku hon við sær til Svøríkis, og hesaferð gjørdi hon ikki mætari enn at vinna gull í opna bólkinum hjá kvinnum í einstaklingakappingini.

Undan kappingini hevði Vár ikki stórar væntanir til úrslitið. Hon fór enn einaferð við tí endamáli at læra, menna seg og hava tað stuttligt – men sterka avrikið endaði við einum flottum fyrsta plássi. Í sama bólki róði Zoe E. Dickson seg eisini til eitt sterkt 4. pláss.

Í mixed double kappingini komu tær báðar føroysku rógvararnir at kappast móti hvørjari aðrari í B-finaluni, har róð varð um 3. og 4. plássið. Báðir bátarnir komu væl frá landi og fingu eina góða byrjan, men tá Vár og Loic nærkaðust fyrstu boyuni, brotnaði tann eina árin. Hetta gjørdi, at Zoe og makkari hennara Thorleif Lindholm lættliga kundu rógva seg til eitt 3. pláss og bronsuheiðursmerki, meðan Vár og Loic endaðu á einum 4. plássi.

Bæði Zoe og Vár hava sett sær fyri at arbeiða víðari við Beach Sprint og menna seg innan hesa spennandi róðrargrein. Í summar bíða fleiri avbjóðingar bæði á lokalum og altjóða støði. Vár luttekur longu næsta vikuskifti, á altjóða stevnu í Marina di Castagneto í Italia. Seinni í summar eru eisini kappingar á skránni í Portugal og DM í august.

Beach Sprint er ein ung og skjótvaksandi róðrargrein, og tað er sera spennandi at síggja føroyskar rógvarar taka fyrstu fetini á altjóða pallinum. Róðrarsamband Føroya fegnast um, at Zoe og Vár ganga undan og royna nýggjar leiðir fyri føroyskan róður.

Vit ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum og bestu eydnu við kappingunum, sum standa fyri framman.

FLEIRI TÍÐINDI

Coastal Rowing (1)
Føroysk heiðursmerkir í Beach Sprint kapping
Norðoyastevnuróður 2026
Norðoyastevnan: Samandráttur
fb_img_1780101030347
ÚRSLIT NORÐOYASTEVNA 2026
fb_img_1780099859094
MANNINGAR Á NÓRDOYASTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-05-30 015849
STROYMING BARNARÓÐUR Á NORÐOYASTEVNU 2026
fb_img_1779801966333
STARTRØÐ - NORÐOYASTEVNA 2026
1 2 3 88
Scroll to Top