3. umfar í grand prix kappingini netborin

3. umfar í grand prix kappingini verður skipa sum netborin kapping.

 

Vit hava arbeitt við einari loysn at skipa triðja umfar í grand prix kappingini, sum upprunaliga skuldi vera á Argjum tann 4.desember og hareftir flutt til 11. desember. Tíverri máttu vit eisini útseta útsettu kappingina. 

 

Leygardagin 15. januar skipa vit 3. umfar sum netborin kapping. Kappingin verður gjørt eftir leistið hjá C2. Hetta ber við sær, at øll, ið ætla at luttaka, skulu skráseta seg sum brúkarar á heimasíðuni hjá C2. Fleiri rógvarar hava tó longu ein brúkara á https://log.concept2.com/signup.

 

Tá man hevur skrásett seg sum brúkara, skal man trýsta á “Profile” og finna sítt Logbook-ID (7 tøl). Øll skulu senda sítt Logbook-ID til RSF umvegis hesa síðu.

 

Vit hava gjørt eina vegleiðing til skráseting og hvussu rógvarin fær eitt race-run. Vegleiðingin verður send á telduposti til allar núverandi skrásettar brúkarar á innirodur.rsf.fo. Tey, ið ikki longu eru skrásett hjá okkum, og sum ætla sær at luttaka kunnu senda ein teldupost til [email protected] so senda vit vegleiðingina aftur til viðkomandi.

 

Freistin at tilmelda seg til at luttaka í 3. grand-prix kappingini er mánadagin 10. januar kl. 23.59, og freistin at senda okkum Logbook-ID er mikudagin 12. januar kl. 23.59

 

Ein av komandi døgunum leggja við vegleiðing og kunning á innirodur.rsf.fo, sum sæst, tá tit eru loggaði inn á tykkara síðu.

FLEIRI TÍÐINDI

WRVICH 2026 landsliðsúttøka
Landsliðsúttøka til HM í inniróðri 2026
 MyRowingPhoto
HM í inniróðri 2026
Silvur-i-singapore-scaled
Innstilling til Ítróttanavnið 2025
Vár 46
Franskur meistari á 500m
RHM - Mattias Durhuus Januar 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Januar
DM 2026, felagsmynd
Ungdómslandsliðið til DM 2026 – samandráttur
1 2 3 80
Scroll to Top