Ráðstevna

Í september verður ein spennandi ráðstevna í Føroyum, sum snýr seg um elituítrótt, venjing og kost. Nú er skráin við at vera liðug og tilmelding er klár til ráðstevnuna. Vónandi hevur tað áhuga hjá ÍSF at senda luttakarar, venjarar og onnur við á ráðstevnuna. Tað er Magni Mohr, sum hevur staðið fyri fakliga innihaldinum, og…

Móttøka í SMS

Í samband við at ferðalagið kemur heim úr Boston í morgin við einum heimsmeistara í viðførinum, skipar Róðrarsamband Føroya fyri móttøku á torginum í SMS í morgin, mánadagin 2. mars kl. 1630. Til tiltakið verður okkara nýggi heimsmeistari, Dánjal Martin Hofgaard, heiðraður fyri sítt fantastiska úrslit og onkrar røður vera hildnar. Eisini vera blómur handaðar…

Boston 2015 – úrslit

So hendi tað endiliga aftur. Til kappingina í Boston í dag fingu Føroyar aftur ein heimsmeistara í hús. Hesuferð var tað Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum vann opna bólkin hjá monnum í lættvekt. Róðurin var tættur millum tríggjar rógvarar, men tá komið var á mál, vísti tað seg, at Dánjal Martin var tann stinnasti…

Fylg við í Boston – LIVE

Í samband við HM í inniróðri í Boston sunnudagin, fer at bera til at stroyma róðrarnar her á síðuni. Trýst á leinkjuna niðanfyri. http://www.concept2.com/indoor-rowers/racing/world-irc/live   Tíðarætlanin fyri kappingina sæst niðanfyri: http://www.crash-b.org/regatta/event-schedule/   Føroysku rógvararnir rógva í hesum bólkum: Dánjal Martin  Hofgaard   –   Open Men Lightweight Toni Dam    –    Senior Men 40-49 Jens…

Boston 2015 – stuðlar

Í samband við túrin hjá Róðrarsambandi Føroya til Boston í ár, hava vit fingið fíggjarligan stuðul frá ymiskum fyritøkum. Hetta er nevndin í Róðrarsambandinum sera, sera takksom fyri og vilja vit veita eina hjartans tøkk til allar fyritøkurnar fyri teirra íkast. Túsind takk fyri. Fyritøkurnar eru hesar: P/F Jókin Café Natúr Gummibátatænastan Faroe Farming Formula…

DM í inniróðri

Leygardagin 31. januar blivu Føroyar ein danmarksmeistara ríkari. Tá framdi Sverri S. Nielsen úr Miðvági tað bragd at vinna danmarksmeistaraheitið í bólkinum Menn Sen. B (19-22 ár) í inniróðri. Kappingin var hildin í Gladsaxe. Men ikki nóg mikið við tí. Sverri setti eisini nýtt danskt met við tíðini 5.53,2. Hetta var uml. 1 sekund skjótari…