Móttøka í SMS

Í samband við at ferðalagið kemur heim úr Boston í morgin við einum heimsmeistara í viðførinum, skipar Róðrarsamband Føroya fyri móttøku á torginum í SMS í morgin, mánadagin 2. mars kl. 1630. Til tiltakið verður okkara nýggi heimsmeistari, Dánjal Martin Hofgaard, heiðraður fyri sítt fantastiska úrslit og onkrar røður vera hildnar. Eisini vera blómur handaðar…

Boston 2015 – úrslit

So hendi tað endiliga aftur. Til kappingina í Boston í dag fingu Føroyar aftur ein heimsmeistara í hús. Hesuferð var tað Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum vann opna bólkin hjá monnum í lættvekt. Róðurin var tættur millum tríggjar rógvarar, men tá komið var á mál, vísti tað seg, at Dánjal Martin var tann stinnasti…

Fylg við í Boston – LIVE

Í samband við HM í inniróðri í Boston sunnudagin, fer at bera til at stroyma róðrarnar her á síðuni. Trýst á leinkjuna niðanfyri. http://www.concept2.com/indoor-rowers/racing/world-irc/live   Tíðarætlanin fyri kappingina sæst niðanfyri: http://www.crash-b.org/regatta/event-schedule/   Føroysku rógvararnir rógva í hesum bólkum: Dánjal Martin  Hofgaard   –   Open Men Lightweight Toni Dam    –    Senior Men 40-49 Jens…

Boston 2015 – stuðlar

Í samband við túrin hjá Róðrarsambandi Føroya til Boston í ár, hava vit fingið fíggjarligan stuðul frá ymiskum fyritøkum. Hetta er nevndin í Róðrarsambandinum sera, sera takksom fyri og vilja vit veita eina hjartans tøkk til allar fyritøkurnar fyri teirra íkast. Túsind takk fyri. Fyritøkurnar eru hesar: P/F Jókin Café Natúr Gummibátatænastan Faroe Farming Formula…

DM í inniróðri

Leygardagin 31. januar blivu Føroyar ein danmarksmeistara ríkari. Tá framdi Sverri S. Nielsen úr Miðvági tað bragd at vinna danmarksmeistaraheitið í bólkinum Menn Sen. B (19-22 ár) í inniróðri. Kappingin var hildin í Gladsaxe. Men ikki nóg mikið við tí. Sverri setti eisini nýtt danskt met við tíðini 5.53,2. Hetta var uml. 1 sekund skjótari…