Aðalfundur hjá Róðrarsamband Føroya

Árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum hevur verið í dag.

Feløgini vóru væl møtt til fundin, og tað gleðir okkum, at nevndin í sambandinum aftur er fullmannað,  aftaná fleiri ár við ov fáum nevndarlimum at lyfta uppgávunum, sum krevjast til slík nevndarstørv.

Annika V. Dalsgarð var afturvald sum forkvinna. Elsa Magnussen, verandi næstforkvinna stóð ikki fyri vali og heldur tískil framm í nevndini. Irena Nolsø valdi ikki at stilla uppaftur, men játtar seg sum tiltakslim komandi skeiðið.

Nývaldir nevndarlimir eru Rógvi Kærbech, Jakup Joensen, Hugo Skorastein og Petur Hansen. 

Í dómsnevndina eru eisini tveir nývaldir limir fyri Hans David Hansen og Steinfinnur Mittlelstein, sum hava verið knýttir at Róðrarsambandinum í fleiri ár. Teir valdu ikki at stilla uppaftur til dómsnevndina. 

Nýggir limir í dómsnevndini eru Jórun Høgnesen og Sunnrid Traðará. Umframt tær báðar situr Óla Hendrik av Fløtum í dómsnevndini.

Vit takka hjartaliga Hans David, Steinfinni og Irenu fyri teirri íkast og arbeiði fyri Róðrarsamband Føroya og fyri føroyskan kappróður, og bjóða nývaldu nevndar- og dómsnevndarlimunum vælkomin í hópin.

 

FLEIRI TÍÐINDI

Image_20261004_114019_482 (1)
STROYMING BURN RÓÐUR 2 2026/2027
Image_20261004_114019_437 (1)
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20250321_195740_024
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 – 2026/2027
RHM - Jóna Danielsen Okt 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Oktober
20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
1 2 3 … 95
Scroll to Top