Tilmelding til FM-kappingina 2022

Fyrsti róður í FM-kappingini verður á norðoyastevnu, leygardagin 28. mai.
Tilmelding 

Boðast skal frá at seinasta freist at melda til Norðoyarstevnu  er:

leygarkvøldið 14. mai 2022 kl. 23.59. 

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá RSF (www.rsf.fo), har tit rita inn á tykkara vanga.

Hava tit trupulleikar at rita inn, vinarliga boða [email protected] frá í seinasta lagi mikudagin 11. mai.
Gev gætur, at í ár skulu allir aktivir rógvarar vera skrásettir í limayvirlitinum hjá vanganum, áðrenn tit kunnu leggja tey undir manningarlistan. Hetta kann taka nakað av tíð at skráseta, og tí er umráðandi, at skrásetingin ikki byrjar beint uppundir freistina.
Tilmeldingarskipanin stongir automatiskt ásetta tíðspunkt, og tað er ikki gjørligt við eftirtilmelding.
Luttøkugjald á 300 kr., umframt avgreiðslugjald fyri hvørja manning verður goldið sum kortgjalding beinleiðis á tilmeldingarsíðuna.
Endalig góðkenning av nýggjum bátum
Mint verður á, at nýggir bátar skulu hava endaliga góðkenning fyri at luttaka á FM-róðri, har umboð fyri RSF kemur á staðið at góðkenna bátin, tá hann er liðugur. Hetta skal vera avgreitt í seinasta lagið 11. mai 2022
Gjaldið fyri góðkenningina er 500 kr. fyri hvønn bát. Peningurin skal flytast á konto í Betri 9181-185.097.2 týðiliga merkt “góðkenning+navn”

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top