Heimsmeistaraheitið í langróðri

Leygardagin 22. august verður tann árligi Sjómannadagurin í Klaksvík. Í hesum sambandi, verður eitt nýtt kappróðrartiltak á skránni, ið vit nevna “Heimsmeistaraheitið í langróðri” og byrjar tað klokkan 13.00. Kappast verður í tveimun bátastøddum, 6- og 5-mannaførum. Menn ella blandaðar manningar rógva við 6-mannaførum, meðan kvinnur rógva við 5-mannaførum. Aldursmarkið er sett til at vera…

Ársins mynd – kapping

Fyri at skapa meira áhuga kring kappróður, skipar Róðarsambandið fyri einari myndakapping. Vinningur verður latin til tí bestu myndina. Fyri at luttaka í kappingini, skal fylgjandi vera uppfylt: Myndin skal hava tilknýti til kappróður Myndin skal vera tikin í ár Tað er loyvt at senda fleiri uppskot Freistin at senda myndir inn er 31. Juli…

Ársins tak

Á Ólavsøku verða ársins FM vinnarar kosnir. Hetta er endabresturin og hápunktið. Tað er løtan, ið manningarnar hava vant og strembað ímóti – at standa ovast á sigurspallinum og fáa viðurkenning fyri ørgrynnu av tímun í báti og innandura, viðurkenning fyri at felagstøkini hava borið á mál. Ferðin, ið fyri nógv byrjar fyrst í árinum,…

Vestanstevna í Sandavági

  Komandi leygardag verður næstseinasti róður rógvin í Sandavági. Stevnufyrireikararnir hava sent okkum ymiskt tilfar at bera víðari til feløgini. Vónandi kunnu feløgini bera kunningartilfarið víðari til rógvararnar. Viðmerkjast skal, at eftirsum tað er sera trongligt í Sandavági, er sera umráðandi, at bilførarar fylgja teimum ávísingum, sum fyrireikararnir viðmæla. Trýst HER fyri at lesa innbjóðingina…

Inniróður í vetur

Nú róðrarárið av álvara er fari at halla, við nevndin í Róðrarsambaninum nýta høvi at kunna eitt sindur um, hvørjar ætlanir inninevndin hjá Róðrarsambandinum hevur fyri komandi heyst/vetur viðv. inniróðri. Nevndin hevur avgjørt at senda luttakarar til HM í Boston, sum verður í februar 2016. Men nevndin ætlar eisini at senda luttakarar til aðrar kappingar…

Freistin nærkast

  Fyrr í ár boðaði Róðrarsambandið í skrivi frá, at møguleiki fór at vera hjá øllum ítróttafeløgum og einstaklingum kring landið at keypa rógvimaskinur av merkinum Concept 2 fyri serprís. Freistin at bíleggja maskinurnar var ásett at vera 1. august, og tí vil nevndin í Róðrarsambandinum heita á áhugaði um at hava hetta í mentu,…