Heimsmeistaraheitið í langróðri

langteiurLeygardagin 22. august verður tann árligi Sjómannadagurin í Klaksvík. Í hesum sambandi, verður eitt nýtt kappróðrartiltak á skránni, ið vit nevna “Heimsmeistaraheitið í langróðri” og byrjar tað klokkan 13.00.

Kappast verður í tveimun bátastøddum, 6- og 5-mannaførum. Menn ella blandaðar manningar rógva við 6-mannaførum, meðan kvinnur rógva við 5-mannaførum. Aldursmarkið er sett til at vera 14 ár.

Teinurin, ið rógvin verður er áleið 8,5 kilometrar og verður róð frá núverðandi máli í Klaksvík, norður til byrgingina í Haraldssundi og aftur til málið í Klaksvík. Starturin verður leysur og við niðurteljing.
Róðrarsambandið kemur við nærri kunning um kappingina, reglar og praktisk viðurskifti í august.

Til ber at melda til nú, tað skal gerast við at senda ein teldupost til [email protected], við bátanavni, navni á bátsformanni og telefonnummar. Freistin at melda til er 20. august.

Heiðursmerkir og steyp verða latin til nummar 1,2 og 3. Somuleiðis verður ein vinningur latin til vinnandi manningarnar.

Við vón um góða undirtøku
Róðrarsamband Føroya

FLEIRI TÍÐINDI

ungdómslandsliðið 2025 á flogvøllinum
Ungdómslandsliðið til DM: Upptakt
HVR Ítróttafelagsskapur 2025
Inntilling til Ítróttafelagsskapin 2025
Pauli Joensen
Innstilling til ÍtróttaStjørnuskotið 2025
FB_IMG_1768934688786
Tín møguleiki at umbođa Føroyar
 MyRowingPhoto
HM í inniróðri í Fuglafirði
Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
1 2 3 78
Scroll to Top