Ársins tak

Á Ólavsøku verða ársins FM vinnarar kosnir. Hetta er endabresturin og hápunktið. Tað er løtan, ið manningarnar hava vant og strembað ímóti – at standa ovast á sigurspallinum og fáa viðurkenning fyri ørgrynnu av tímun í báti og innandura, viðurkenning fyri at felagstøkini hava borið á mál. Ferðin, ið fyri nógv byrjar fyrst í árinum, er long. Hjá onkrum er avbjóðingin størri, hjá øðrum minni.

Felagsnevnarin fyri manningar og feløg er, at man hevur eldsálir, har ið hugurin og alskurin til tjóðarítróttina og felagið drívur verkið.

Róðrarsamband Føroya vil heiðra hesar eldsálir, geva teimun viðurkenning. Á Ólavsøku, undir steypahandani, fer Róðrarsambandið at heiðra einari eldsál. At viðurkenna tíð, orku og alskin, ið verður lagdur í okkara tjóðarítrótt – vit nevna tað ársins tak.

Hevur tú eitt uppskot um eina eldsál, ið hevur verið kappróðri at frama, ert tú vælkomin at senda tað til [email protected], viðmerk “Ársins tak”.

Freistin at senda uppskot inn er 24. Juli.

Róðrarsamband Føroya

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top