Inniróður í vetur

Nú róðrarárið av álvara er fari at halla, við nevndin í Róðrarsambaninum nýta høvi at kunna eitt sindur um, hvørjar ætlanir inninevndin hjá Róðrarsambandinum hevur fyri komandi heyst/vetur viðv. inniróðri.

Nevndin hevur avgjørt at senda luttakarar til HM í Boston, sum verður í februar 2016. Men nevndin ætlar eisini at senda luttakarar til aðrar kappingar uttanlanda sum t.d. DM. Tann kappingin verður hildin í januar 2016.

Fyri at finna røttu fólkini at senda til kappingar uttanlanda og fyri at so nógv sum gjørligt skulu kunna troyta hendan møguleikan, fer Róðrarsambandið at skipa fyri trimum Grand Prix-kappingum, sum man eisini kennir frá øðrum ítróttagreinum. Hesar Grand Prix-kappingarnar fara at vera hildnar í hølunum hjá ymiskum róðrarfeløgum. Dato fyri, nær ymisku kappingarnar vera hildnar fer at vera lýst ein av komandi døgunum.

Ætlanin er at úttaka ein bruttohóp av rógvarum, sum kemur at venja miðvíst undir leiðslu av navnframa Eskild Ebbesen, sum inninevndin hevur gjørt avtalu við. Eskild kemur at gera venjingarætlan fyri bruttohópin, men hann kemur eisini ein túr til Føroyar at leggja lag á serliga tann tekniska partin av inniróðrinum. Hetta verður seinasta vikuskiftið í oktober.

Tá langt er liðið út á árið vera tað inninevndin saman við Eskild og øðrum avvarðandi, sum fara at velja tey út, sum skulu sendast til ymisku kappingarnar.

Róðrarsambandið og inninevndin vilja tí heita á feløgini um at halda rógvarunum til soleiðis, at so nógv sum møguligt kunnu venja fram í móti kanska at sleppa uttanlanda at kappast í inniróðri.

Meira info um ætlaninar viðvíkjandi inniróðrinum í vetur seinni her á síðuni.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top