Úttøka til DM/EM í inniróðri

Høvuðsstuðul

Nú seinasta kappingin í inniróðri er farin afturum, verða rógvarar tiknir út til DM/EM í viku 50.

Kappingin verður í Gladsaxe í Danmark leygardagin tann 26. januar 2019.

RSF strembar eftir at úttaka rógvarar, ið megna at rógva so langt ella so skjótt sum tilskilað niðanfyri, tá ið kappingin verður.

Aðrir bólkar eru afturat til EM/DM, men eingin hevur luttikið í vetrarkappingunum í teimum bólkunum.

Gentur 13 ár, longri enn 740m uppá 3 min.
Dreingir 13 ár, longri enn 770m uppá 3 min

Gentur 14 ár, longri enn 1050m uppá 4 min.
Dreingir 14 ár, longri enn 1100m uppá 4 min

Gentur 15 ár, 2000m undir 7:45.
Dreingir 15 ár, 2000m undir 6:45

Gentur 16 ár, 2000m undir 7:40
Dreingir 16 ár, 2000m undir 6:40

Gentur 17 ár, 2000m undir 7:30
Dreingir 17 ár, 2000m undir 6:30

Gentur 18 ár, 2000m undir 7:20
Dreingir 18 ár, 2000m undir 6:20

Opin bólkur menn, 2000m undir 6:05
Opin bólkur kvinnur, 2000m undir 7:05

Lættvekt kv. 30-39, 2000m undir 7:30
Kvinnur 30-39, 2000m undir 7:10

Menn 30-39, 2000m undir 6:15
Lættvekt m. 40-49, 2000m undir undir 6:30

Úttøkan verður gjørd út frá úrslitunum av undanfarnu kappingunum og eini heildarmeting av menningarmøguleikunum hjá hvørjum einstøkum til at røkka omanfyrinevndu úrslit um slakar 8 vikur.

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Samskipari/skrivari til Róðrarsamband Føroya
20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
20231209_114350
STARTRØÐ – GRANDPRIX 1 – 2025
IMG_6933
Tíðindaskriv: Nýggj nevnd í Róðrarsamband Føroya
20221008_123100-scaled
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2024-2025 OPIN
1 2 3 59
Scroll to Top