Hallur dómari í 40 ár

Leygardagin 8. september skipaði Róðrarsamband Føroya fyri móttøku fyri Halli Ellingsgaard,
sum í ár hevur verið dómari í 40 ár í føroyskum kappróðri.

Hallur Ellingsgaard úr Oyndarfirði byrjaði fast sum dómari í kappróðri. Hetta var á
Norðoyarstevnu 1978. Hallur var tá hjálpari hjá startdómaranum. Áðrenn hetta hevði Hallur
dømt hendingar róðrar.

Millum rógvarar er Hallur best kendur sum startdómari, men røkir
hann eisini uppgávurnar sum høvuðs- og máldómari.

Á samkomuni handaði Sigurð Rasmussen frá ÍSF Halli silvurnál ÍSFs fyri hansara 40 ára langa
sjálvbodna íkast til tjóðarítrótt okkara.

Hallur er framvegis virkin sum dómari, og nýta hini í dómaratoyminum gott av hansara
drúgvu royndum.

RSF takkar fyri sera gott samstarv hesi mongu árini, og ynskir Halli góðan byrð framyvir.

FLEIRI TÍÐINDI

Image_20261004_114019_482 (1)
STROYMING BURN RÓÐUR 2 2026/2027
Image_20261004_114019_437 (1)
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20250321_195740_024
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 – 2026/2027
RHM - Jóna Danielsen Okt 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Oktober
20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
1 2 3 … 95
Scroll to Top