Hvussu byrjaði tú at rógva – og hvat er tað, sum ger, at tú framvegis hevur hug at rógva?
Eg hevði roynt nógvar ymiskar ítróttargreinir, sum ikki ordiliga fangaðu áhugan hjá mær. Síðani, í 2019, vóru vit nakrir vinmenn, sum vildu royna kappróður. Vit mannaðu síðani 5-mannafarið Karin hjá KRF, og har megnaðu vit eisini at vinna ein róður. Tann róðurin spældi ein stóran leiklut í mínari leið at halda fram sum kapprógvari.
Tað, sum fær meg at halda fram, er heilt sikkurt kappingin í tí, samstundis eisini tað at vita, at venjing og disiplin geva úrslit. Nú havi eg vunnið FM í 6mf og í 8mf, og eitt mál hjá mær hevur altíð verið at vunnið í øllum mannfólkastøddunum, t.v.s. 6mf, 8mf og 10mf. So eitt 10mf FM er heilt sikkurt eitt av tingunum, sum framvegis heldur áhugan hjá mær uppi fyri kappróðri.
Hvat dámar tær best við inniróðri – og hvat dámar tær minst?
Inniróðurin hevur eisini spælt ein stóran leiklut í mínari kappróðrarleið. Tað byrjaði fyrst veturin í 2019, tá Grand Prix-róðrarnir vóru, har eg royndi meg í inniróðri. Síðani tá havi eg altíð dámt at sæð, hvussu man stigvíst verður betri yvir tíð. Har vísir inniróðurin, at disiplin og uppmøting, sjálvt tá man ikki orkar ella tímir, altíð geva úrslit.
Eitt, sum mær heilt sikkurt dámar minst, eru nervarnir upp undir eina 2000m test ella eina kapping. Sjálvt um nervarnir vísa, hvussu nógv ein vil tað, so er tað ongantíð hugaligt. Men tað verður heilt sikkurt ein kensla, man fer at sakna longri frammi í lívinum.
Hvussu sær ein vanlig venjingarvika út hjá tær?
Ein vanlig venjingarvika hjá mær til inniróðurskappingarárið inniheldur tríggjar harðar venjingar og tríggjar róligar á rógvimaskinuni og ein frídag. Tað er ein nokk so typisk venjingarvika, har tann eina venjingin er ein longri, seigur teinur, t.d. 30 min. Tann næsta er ein miðallangur teinur við eitt sindur hægri tempo, t.d. 3 x 7 min. Tann síðsta er ein meira eksplosiv venjing, har eg royni at liggja á einari 2000m testferð ella skjótari, t.d. 3 x 1000m. Hinir tríggir dagarnir verða brúktir upp á longri teinar, t.d. 60 min., við lágum pulsi fyri at byggja tað aerobiska upp og samstundis koma fyri seg til næstu hørðu venjingina. Styrkivenjing verður kroyst inn ímillum, tá orka er til tað.
Hvat er títt mál fyri komandi kappingarár?
Tá tað kemur til uttandura kappróður, so hevur eitt stórt mál hjá mær altíð verið at vunnið eitt 10-mannafars FM. Nú havi eg roynt meg í 3 ár, og tað hevur ikki gingist enn. Tað verður so tað málið, eg fari 200% eftir komandi ár, og har verður einki spart.
Viðvíkjandi inniróðrinum, so havi eg altíð havt eitt 2000m mál. Í 2021 var tað 6:30, í 2024 var tað undir 6:20, og í 2026 var tað undir 6:10, men har rakk eg bert til 6:14,6. So til FM í 2027 er mítt mál heilt sikkurt at vera undir 6:10 yvir 2000m.
Hvør er tín harðasti kappingarneyti – og hvør hevði tú helst viljað vunnið á?
Eg minnist meg ikki ordiliga at hava havt ein kappingarneyta. Eg havi altíð bert hugsað um míni tøl og um at betra meg sjálvan. Í seinastuni eru vit tríggir, sum venja saman fram til 2000m Burn-róðrarnar: eg, Hans José Poulsen og Loic Schalbetter. Teir báðir eru heilt sikkurt tann harðasta kappingin í ár, har eg og Loic liggja øgiliga javnt, og Hans eitt sindur framman fyri okkum. Tó hava vit ikki vant sprintir saman enn, men har væntast sjálvsagt, at Loic kemur at vinna á okkum.
Nú tapti eg ímóti Hans til FM í inniróðri í mars, so hann hevði eg heilt sikkurt viljað vunnið á, men annars royni eg bara at betra meg sjálvan og mína egnu tíð.
Hvat hugsar tú um, tá tað eru 500 metrar eftir av einum 2.000 metra teini?
Teir síðstu 500m av einum 2000 metra teini eru, persónliga meint, eitt tað mest pínufulla og mentalt tunga, tú kanst uppliva. Tað, sum hevur virkað best hjá mær, lærdi eg frá Cameron Buchan. Tað byrjar, tá 1000m eru eftir, og tað inniber at seta sær lítil mál á vegnum. Har fokuseri eg á at koma niður á 888m, síðani 777m, síðani 666m o.s.fr. Tað lættir um tað mentala, ístaðin fyri at hugsa um teir heilu 1000m, sum eru eftir.
Tríggjar skjótar
– Morgun- ella kvøldvenjing?
Heilt sikkurt kvøldvenjing. Kroppurin er meira vakin og er meira fysiskt klárur at venja.
– Um tú velur tónleikin, hvat er so í hátalaranum til eina venjing?
Til harðar venjingar er tað Primo Victoria hjá Sabaton ella Fuel hjá Metallica. Til tær lættari venjingarnar er tað heilt sikkurt Øde Ø hjá Rasmus Seebach og líknandi!
– 500m ella 5000m?
5000m er heilt sikkurt mín sterkara síða. Har rakk eg til eitt 7. pláss í 23–39-aldursbólkinum til HM!