Rógvarin Hendan Mánaðin – Mars

Hvussu byrjaði tú við rógving?
Eg byrjaði at rógva, tá eg gekk í 5. flokki. Tað vóru nakrar gentur, sum manglaðu eina gentu til eina barnamanning, og spurdu meg. Eg var eitt sindur ivingarsom í byrjanini, men segði so ja – og bleiv bitin av tí beinanvegin.

Tað var serliga rógvingin úti við báti, sum fangaði meg. Eg luttók eisini í inniróðrarkappingum, men tað var ikki fyrr enn um heystið 2024, at eg veruliga sá, at innirógving var nakað fyri meg.

Eg vandi nógv og merkti, at venjingarnar góvu úrslit. Eg mentist bæði sum rógvari og sum persónur.

Hvat dámar tær best við rógving?
Tað, mær dámar best við rógving, eru kappingarnar og tað góða samanhaldið. Eisini dámar mær væl, at ein møtir nógvum rógvarum við somu áhugamálum sum eg – tað er heilt fantastiskt.

Somuleiðis er tað spennandi at sleppa til uttanlandakappingar og uppliva nakað annað enn tað, vit kenna her heima í Føroyum. Kappingarnar uttanlands eru nakað heilt serligt – tær eru bæði spennandi og mennandi fyri ein rógvara.

Hvussu hevði tú lýst rógving sum ítrótt?
Rógving er ein spennandi ítróttagrein við nógvum kenslum. Hon er avbjóðandi og krevur nógv av einum – bæði kropsliga, sálarliga og tekniskt. Ein kemur veruliga at kenna seg sjálvan á ein heilt annan hátt, og somuleiðis lærir ein sínar bátsfelagar væl at kenna.

Hvussu stóran týdning hevur felagskapurin í róðarfelganum fyri teg?
Eg haldi, at tað hevur alt at siga, at ein í einum róðrafelag kann vera tann, ein er, og at tað er rúm fyri øllum. At vera saman við fólki við somu áhugamálum og málsetningum ger tað stuttligt og skapar góðan trivnað. Tað ger eisini, at ein sum rógvari fær hug at halda fram við kappróðrinum.

Hvat heldur tú, at rógving gevur tær- bæði likamliga og sálarliga?
Rógving hevur ótrúliga stóran týdning fyri meg. Likamliga eri eg blivin nógv sterkari og betur fyri. Sálarliga havi eg fingið meira sjálvsálit og disiplin.

Eisini havi eg lært at hugsa jaligt undir høgum trýsti.

Hvussu stórur partur av lívinum er rógving hjá tær í dag?
Rógving er ein ítróttur, sum krevur, at ein venur – og at ein venur nógv. Eg venji 4–5 ferðir um vikuna og brúki 2–3 tímar hvønn dag til venjingarnar.

Hvørjar avbjóðingar hevur tú møtt á róðrarleiðini?
Eg havi ikki møtt so nógvum avbjóðingum enn, tí eg eri ung. Men skal eg nevna eina, so er tað at rógva 2000 m. Eg havi tó støðugt vant og merkt, at eg havi tikið meg fram.

Til DM í januar 2025 á 2000 m teininum merkti eg væl, hvussu bangin eg var fyri hesum teini. Ongantíð áður havi eg verið so bangin og følt meg so lítla í einari so stórari avbjóðing. Tað sást eisini aftur í mínum róðri – eg tordi illa at leggja meg út í teinin, og ofta var eg ikki nøgd við úrslitini.

Somu kenslu hevði eg áðrenn ólavsøkuróðurin í 2025. Tá fekk eg eitt gott og mennandi prát við mín góða venjara, Saritu Kristinu Hansen. Hetta broytti mín ótta og mínar hugsanir um at rógva teinin.

Eftir Ólavsøku 2025 havi eg arbeitt miðvíst við 2000 m. Til fyrstu inniróðrarkapping var málið einfalt – at koma ígjøgnum róðurin við einari góðari kenslu. Til næstu kapping setti eg mær fyri at rógva eitt sindur skjótari enn seinast, og tað eydnaðist. Eg setti persónligt met á 2000 m.

Við at ikki leggja ov nógv trýst á meg sjálva og bara fokusera upp á smá framstig, eri eg í dag ikki líka bangin fyri 2000 m. Men enn er nakað eftir, áðrenn eg eri heilt nøgd. Eg mennist framvegis sum rógvari og dugi nógv betur at handfara mínar kenslur og mín ótta.

Hvussu heldur tú at rógving í Føroyum kann mennast víðari?
Tað er ongin loyna, at mær dámar best stuttar teinar – sprintir. Tað er eisini mín sterka síða, so ynskiligt hevði verið, at vit til FM eisini høvdu 200 m ella 100 m kappingar.

Tó skal sigast, at tað er sera gott, at 500 m eru komin við til FM.

Hvør hevur verið størsti íblásturin hjá tær í rógvingini?
Mín fyrimynd er mín góði venjari, Sarita Kristina Hansen. Hon hevur altíð hjálpt mær sera væl á míni róðrarleið og hevur lagt dent á, at venjing og áhaldni eru tað, sum gera allan munin.

Hon er ein framúr venjari og rógvari og gevur mær stóran íblástur. Eisini er Sverri Nielsen ein fyrimynd fyri meg.

Hvat er tín størsti dreymur innan rógving?
Mín málsetningur er at menna meg sum rógvari og framyvir gerast enn betri. Eg havi ikki nakran heilt stóran dreym, men eg vænti, at øll ítróttarfólk hava ein dreym um at sleppa til OL – og tað er eisini ein dreymur hjá mær

FLEIRI TÍÐINDI

Róðursfólkaskeið 2026 Hósvík
Róðursfólkaskeið 2026 í Hósvík
RHM - Vár Í Húsinum 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Mars
20260320_205047
STROYMING BURN RÓÐUR 4/FM 2025-2026
20260320_205052
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 4/FM – 2025/2026
20250308_095016-1
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 4/FM – 2026
FM 2025
FM 2026 í inniróðri - kom við til endabrestin
1 2 3 85
Scroll to Top