ÓDNARTØK VÁR 2022

Høvuðsstuðul

Ódnartøk á vári 2022 vera í Runavík 14. & 21. mai kl. 13.00-15.00.

Kappingin er fyri allar bátastøddir, sum luttaka í FM.

 

Tilmelding: 

  1. Skráset bát og manning* á tykkara vanga á www.rsf.fo
  2. Gjald kr. 200,00 via gjaldingarskipanina

Freistin er mánakvøldið 09. mai 2022 kl. 23.59

Kostnaðurin á kr. 200,00 er galdandi fyri luttøku í báðum ódnartøkunum á vári 2022.

Vit skipa ikki fyri liðkapping í vár.

Kappingin:

Róðrarnir verða avgreiddir í fýra riðlum, við ymiskum bátastøddum í hvørjum riðli. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra. 

RIÐIL 1 

KL. 13.00

RIÐIL 2 

KL. 13.40

RIÐIL 3 

KL. 14.20

RIÐIL 4 

KL. 15.20

BARNARÓÐUR  DREINGIR*

BARNARÓÐUR  GENTUR*

5. MANNAFØR GENTUR YNGRU*

5. MANNAFØR DREINGIR YNGRU*

6. MANNAFØR KVINNUR

6. MANNAFØR MENN

8. MANNAFØR

10. MANNAFØR

5. MANNAFØR DREINGIR ELDRU*

5.  MANNAFØR GENTUR ELDRU*

5. MANNAFØR KVINNUR*

 

*Sami bátur kann ikki luttaka fleiri ferðir í sama riðli, av tí at tað er ov tíðarkrevjandi at skifta manning

 

Um ódnartøkini:

Allir róðrarnir byrja til fast ásettar tíðir og krøv verða sett til manningarnar á startinum. 

Heitt verður tí á feløgini um at syrgja fyri, at manningarnar venja seg við at leggja bátin kláran til ein start á heimasjógvi. Hetta fyri at sleppa undan at burturvísa bátar, sum ikki eru vanir við at leggja til start. 

Dómarnir skulu tryggjað góð viðurskiftir fyri teir bátarnar, sum eru væl fyrireikaðir. 

Bátarnir skulu verða á startinum 5 minuttir áðrenn róðurin byrjar. 

Eftir hvønn róður skulu bert ganga 2 minuttir, til bátarnir eru burtur av róðrarøkinum. 

Umráðandi er, at um sami bátur skal brúkast til fleiri riðlar, at skiftini ganga skjótt, tí tað verður ikki bíða. 

Roknað verður við, at manningarnar hita upp á landi, so klárt er at fara til startin beinanvegin. Bátarnir skulu halda seg burtur frá róðrarøkinum á veg til startin. 

 

Høvuðsreglurnar fyri róðrarnar eru hesar:

  • Róðurin ódnartak er umleið 140 metrar langur.
  • Hvør manning/bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag. Stig verða latin smb. RSF stigatalvuni fyri hvønn róður.
  • Tann báturin, sum fær besta úrslit fyri dagin, fær stig eftir RSF stigatalvuni eftir samlaða úrslitinum fyri dagin. Vinnur td. ein bátur allar 3 róðrarnar hann luttekur í, fær hann 21 stig, men tá gjørt verður upp fyri dagin, fær hann 7 stig smb. RSF stigatalvuni. Báturin, sum hevur næstbesta úrslit, fær 6 stig osv. Stendur á jøvnum fyrsta og annan róðrardagin, fáa báðir sama stigatal.
  • Tá báðir róðrardagarnir eru avgreiddir, er tann vinnarin, sum hevur klárað seg best báðar dagarnar. Stendur á jøvnum eftir seinasta róðrardag, verður umróður millum teir, sum standa á jøvnum.
  • Talt verður niður áðrenn start. Tjóðstartur verður fráboðaður, tá ið komið er á mál.
  • Róðrarnir verða avgreiddir skjótt og bátarnir skulu liggja klárir á startinum 4 min. áðrenn. Er ein bátur ikki har/klárur at starta, verður byrjað uttan hann.
  • Bátar/manningar skulu duga at leggja bátin – annars verður báturin burturvístur. Rokna verður við, at báturin hevur vant start áðrenn róðurin tvs. krøkja í startin og loysa úr honum aftur. Aldursmørk eru sum lýst í lógarverkinum hjá RSF, sum kom í gildið 25. apríl 2022

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Samskipari/skrivari til Róðrarsamband Føroya
20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
20231209_114350
STARTRØÐ – GRANDPRIX 1 – 2025
IMG_6933
Tíðindaskriv: Nýggj nevnd í Róðrarsamband Føroya
20221008_123100-scaled
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2024-2025 OPIN
1 2 3 59
Scroll to Top